Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 11

Gleð hjarta Jehova!

Gleð hjarta Jehova!

(Orðtøkini 27:11)

1. Vit lova vís at akta teg

og altíð fylgja tínum veg,

so bróðir mennir bróður sín

til, Gud, at gera vilja tín.

2. Tú valdi skilagóðan træl

at tæna fólki tínum væl.

Hann ber í røttu tíð á borð

tann mat, ið gagnast væl, títt orð.

3. Um andi tín er okkum hjá,

so verður tænastan ein trá.

Vit bera ávøkst tær til prís

og gleða hjarta títt sum vís.