Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 90

„Grá hár eru vøkur krúna“

„Grá hár eru vøkur krúna“

(Orðtøkini 16:31)

1. Vinir Guds, ið elliár

kenna á sær nú,

virða vit og gleðast um,

bæði eg og tú.

Onkur situr eina nú,

vinur hans ert tú.

Mátturin er farin, men

trúgvin livir enn.

(NIÐURLAG)

Faðir, tú manst minnast

teirra trúgvu slóð.

Gev teim fulla vissu,

trygga vón og ró.

2. Fagurlig tey gráu hár,

Gud man frøa seg,

tá tey verða funnin á

rættvísinnar veg.

Trúføst eldri vóru ung,

tóku tøk so tung,

stríddust altíð Gudi nær,

meðan megin bar.

(NIÐURLAG)

Faðir, tú manst minnast

teirra trúgvu slóð.

Gev teim fulla vissu,

trygga vón og ró.