Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 71

Heilagi andin — gáva frá Gudi

Heilagi andin — gáva frá Gudi

(Lukas 11:13)

1. Stóri Jehova, miskunnar Faðir,

einki hjá menniskjum er tær fjalt.

Andin frá tær er hjálparin mikli,

uggar, har alt tykist dapurt og kalt.

2. Menniskjum fattast dýrd tína, Harri,

veik eru vit, falla lætt í synd.

Heilagi andin veitir tí tysta

vatnið úr sannleikans ævigu lind.

3. Vónin kann svíkja, hjørtuni stúra,

andin frá tær gevur nýggjan mátt,

tá sum á arnaveingjum vit rísa.

Gev okkum andan, ið fremur alt gott.