Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 38

Kasta byrðu tína á Jehova!

Kasta byrðu tína á Jehova!

(Sálmur 55)

1. Fyri neyðarrópi mínum,

Gud Jehova, loyn teg ei.

Veit mær hjálp, at eg í angist

ikki stígi skeiva leið.

(NIÐURLAG)

Kasta byrðuna á Harran,

hann tær uppi halda man.

Fótafestið ei tú missir,

um tú lítur fast á hann.

2. Hevði eg sum dúgvan veingir,

fleyg eg burt og fann mær grið,

lívd ímóti óndum monnum.

Harri, ver tú mær við lið.

(NIÐURLAG)

Kasta byrðuna á Harran,

hann tær uppi halda man.

Fótafestið ei tú missir,

um tú lítur fast á hann.

3. Eg skal rópa á Jehova,

biðja hjálp og verju fá.

Hann kann geva frið í sinnið,

stilla hjartans sterku trá.

(NIÐURLAG)

Kasta byrðuna á Harran,

hann tær uppi halda man.

Fótafestið ei tú missir,

um tú lítur fast á hann.

(Sí eisini Sl. 22:6; 31:2-25.)