Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 72

Latið okkum vaksa í kærleika

Latið okkum vaksa í kærleika

(1 Korintbræv 13:1-8)

1. So fegin vildu vit fingið lut

í øllum dygdum, tú eigur, Gud.

Tín stóri kærleiki lýsir teg,

við honum vísir tú okkum veg.

At duga væl og at nýta skil

er gott, men als onga nyttu til,

um sjálvur kærleikin kólnaði,

og andans ávøkstur følnaði.

2. Nei, vitið einans slær ikki til,

skal verkið fremjast, sum Harrin vil.

Ein kristin eigur í kærleika

at læra onnur Guds sannleika.

Hann elskar seyðin og hjálpir tí,

sum hevur trongdir og tógvið stríð.

Vit kenna væl, tá vit eru veik,

at sannur kærleiki aldri sveik.