Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 128

Leikpallur heimsins broytist

Leikpallur heimsins broytist

(1 Korintbræv 7:31)

1. Har deyðin fyrr mundi ráða,

varð frelsa menniskjum boðað.

At bjarga okkum úr váða

tók Gud við soninum stig.

(NIÐURLAG)

Sum ein leikpallur

broytist nú verðin;

er í Guds hondum øll ferðin,

veitir hann signing og frið.

2. Ein dømdur heimur forgongur,

skjótt minnist eingin hann longur.

Um heiðar hoyrist ein songur:

’Nú tekur ríki Guds við!’

(NIÐURLAG)

Sum ein leikpallur

broytist nú verðin;

er í Guds hondum øll ferðin,

veitir hann signing og frið.