Sangur 12
Lyftið um ævigt lív
1. Avgjørd var Skaparans ætlan,
tí sigur Bíblian frá:
’Jørðin við eyðmjúkum fólki
skal í ævirnar stá.’
(NIÐURLAG)
Gud lovaði lívið,
í vónini blívið!
Hann eigur alt valdið
og ger tað, hann vil.
2. Paradís verður á foldum,
burtur er deyði og synd.
’Alt verður nýtt,’ sigur Harrin,
málar friðsæla mynd.
(NIÐURLAG)
Gud lovaði lívið,
í vónini blívið!
Hann eigur alt valdið
og ger tað, hann vil.
3. Deyð skulu skjótt rísa aftur,
gloymd verða sorgartung ár.
Miskunnar Gud gevur gætur,
turkar burtur øll tár.
(NIÐURLAG)
Gud lovaði lívið,
í vónini blívið!
Hann eigur alt valdið
og ger tað, hann vil.
(Sí eisini Es. 25:8; Luk. 23:43; Jóh. 11:25; Op. 21:4.)