Sangur 75
Orsøkir til gleði
1. Av hjartanum eru vit fegin,
ja, okkara gleði er stór.
Nú manna vit, Gudi til heiðurs,
við tjóðanna dýrgripum kór.
Úr orði Guds fáa vit styrki,
har heinta vit dagliga mót,
og tí hevur okkara gleði
í orðinum djúpastu rót.
Ja, gleðina kenna vit ríka,
í hjartanum brennur ein glóð.
Um trongdir og royndir enn koma,
vit tæna Jehova so fró.
(NIÐURLAG)
Vit elska Jehova vár Gud
og frøast um hansara verk.
Av orðinum vís og Gudi til prís
vit eru í gleðini sterk.
2. Vit eygleiða fegin tað skapta,
øll undrini víða um lond,
og tigandi mugu vit sanna,
alt gott er frá hansara hond.
Guds ríki er komið til ræði,
tí boða vit sigursæl frá.
Og menniskjum vísa vit vegin,
so signing tey øll kunnu fá.
Sum dimmið má geva seg yvir,
og dagurin sigrar á nátt,
so rísur í hjørtunum gleðin,
tá alt her á fold verður gott.
(NIÐURLAG)
Vit elska Jehova vár Gud
og frøast um hansara verk.
Av orðinum vís og Gudi til prís
vit eru í gleðini sterk.
(Sí eisini 5 Mós. 16:15; Es. 12:6; Jóh. 15:11.)