Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 40

Søkið altíð fyrst Guds ríki!

Søkið altíð fyrst Guds ríki!

(Matteus 6:33)

1. Himna Gudi dýrt og heilagt,

ja, hans gleði altíð var

friðarríki Krists, ið skjótt skal

skipa rættin víða hvar.

(NIÐURLAG)

Søkið altíð fyrst Guds ríki,

søkið rættferð Guds og frið!

Av hans leiðum aldri víkið,

tænið trúføst lið um lið!

2. Hví so stúra fyri degnum,

um vit verða svong og tyst?

Alt skal gevast okkum umframt,

bert vit søkja Ríkið fyrst.

(NIÐURLAG)

Søkið altíð fyrst Guds ríki,

søkið rættferð Guds og frið!

Av hans leiðum aldri víkið,

tænið trúføst lið um lið!

3. Berið boðini, ið kunnu

geva blindum bjarta sjón,

so tey skilja, bara Ríkið

bjóðar troyst og trygga vón.

(NIÐURLAG)

Søkið altíð fyrst Guds ríki,

søkið rættferð Guds og frið!

Av hans leiðum aldri víkið,

tænið trúføst lið um lið!