Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 108

Sig takk fyri salvaða Kongin

Sig takk fyri salvaða Kongin

(Opinberingin 21:2)

1. Gud salvaði Jesus, sín Son,

at stjórna tí víðu verð.

Hans veldi er grundað á rættferð

og fremur Guds vilja í gerð.

(NIÐURLAG)

Sig takk fyri salvaða Kongin,

syng Jesusi fagnaðarsong!

Sig takk, Harrans seyður, fjálg er tann rødd,

ið leiðir um bø og ong.

Sig takk fyri salvaða Kongin,

Gud gav honum heiður og mátt;

við signingum fekk hann gleði og tign,

Guds navn skal hann hevja hátt.

2. Sum Jesusar brúður ein tjóð

er kallað og endurfødd.

Hon arvar við soninum Ríkið;

við tí verða fólkini grødd.

(NIÐURLAG)

Sig takk fyri salvaða Kongin,

syng Jesusi fagnaðarsong!

Sig takk, Harrans seyður, fjálg er tann rødd,

ið leiðir um bø og ong.

Sig takk fyri salvaða Kongin,

Gud gav honum heiður og mátt;

við signingum fekk hann gleði og tign,

Guds navn skal hann hevja hátt.

(Sí eisini Orðt. 29:4; Es. 66:7, 8; Jóh. 10:4; Op. 5:9, 10.)