Sangur 84
’Tað vil eg’
1. Fúsur Jesus ofraði alt,
kom menniskjum nær, tá tað galt,
læt seg lýðin í hold,
varð mansbarn á fold,
hann kærleikans veg hevði valt;
birti vón, har fólk liðu neyð,
hann grøddi og uggaði tey.
Tá eitt menniskja eyðmjúkt bað: ’Grøð meg,’
var svarið tí: ’Ja, tað vil eg!’
2. Sum Jehova Gud gjørdi væl
at seta ein trúfastan træl.
Hann kann vísa ein veg
og leiðbeina teg
um tað, sum ein gudrøkin skal.
Villast fólk og koma í neyð,
er nakar tá góður við tey?
Tørvar onkrum ein beina og spyr teg,
er svarið tá: ’Ja, tað vil eg’?
(Sí eisini Jóh. 18:37; Ef. 3:19; Fil. 2:7.)