Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Gev Jehova æru

Gev Jehova æru

(Sálmur 96:8)

Tak niður:

  1. 1. Hvør er sum tú, Gud Jehova?

    Eingin kann metast við teg.

    Hvat havi eg, sum kann líknast

    við tað, sum tú ert fyri meg?

    Hyggi eg upp móti himli,

    teskar hvør stjørna um teg.

    Hvør eri eg so, Jehova,

    at tú heilt úr himli sært meg?

    (NIÐURLAG)

    Jehova hoyr, eg syngi fyri tær,

    leggi sál og hjarta í.

    Tú ert mín Gud, mín kongur alla tíð.

    Fyri tað, tú gevur mær,

    skal eg altíð prísa tær.

  2. 2. Lív mítt er títt, á Jehova,

    tú velur farleið og kós.

    Tær skal eg tæna sum lovað

    og breiða út sannleikans ljós.

    Navn títt, mítt dýrasta prýði,

    hjálp mær at bera tað rætt.

    Í mínum trúfasta stríði

    eg veit, at tú fylgir mær tætt.

    (NIÐURLAG)

    Jehova hoyr, eg syngi fyri tær,

    leggi sál og hjarta í.

    Tú ert mín Gud, mín kongur alla tíð.

    Fyri tað, tú gevur mær,

    skal eg altíð prísa tær.

  3. 3. Undir mær dýpi og dalar,

    yvir mær máni og sól,

    alt um tín kærleika talar,

    og tú ert um ævir mítt skjól.

    Bæði til nyttu og gleði

    skapti tú undur á rað.

    Fyri títt vit, tína megi,

    eg prísi tær dag eftir dag.

    (NIÐURLAG)

    Jehova hoyr, eg syngi fyri tær,

    leggi sál og hjarta í.

    Tú ert mín Gud, mín kongur alla tíð.

    Fyri tað, tú gevur mær,

    skal eg altíð prísa tær.