Syng fyri Jehova — Nýggir sangir

Gleð teg um nýggjar sangir til at prísa og tilbiðja Jehova Gud. Tak tónleikin og sangtekstirnar niður og lær teg at syngja hesar vøkru sangirnar.

SANGUR 136

Guds ríki hevur vald!

Hetta er ein hátignarligur sangur um Ríkið, ið ber Jehova Gudi prís, nú vit vita, at Jesus Kristus hevur fingið ræði.

SANGUR 137

Gev okkum dirvi

Ver við í hesi bønini til Jehova Gud um dirvi til at vitna um hansara navn.

SANGUR 138

Jehova eitur tú

Prísið stóra navni Jehova og sigið øllum frá, at hann er hin hægsti.

SANGUR 139

Lær tey at standa stinn

Bið Jehova verja nýggj í samkomuni og hjálpa teimum at halda á, so tey kunnu fáa ævigt lív.

SANGUR 140

Lívið sum pionerur

Sig frá trúfasta kærleika tínum til Jehova og gleðini um at hava eitt nøktandi arbeiði og eitt lív, sum tú elskar.

SANGUR 141

Leita eftir friðarvinum

Ein lættur og glaður sangur um okkara kærleika til menniskju og um dúgligu leitan okkara eftir Guds dýrabara seyði.

SANGUR 142

Vit vitna fyri øllum menniskjum

Syng um, at Jehova er góður, og at vit fegin vilja hjálpa øllum at gerast vinir hansara.

SANGUR 143

Ljós í myrkrinum

Okkara boðskapur skínur sum ljós í myrkrinum.

SANGUR 144

Tað stendst um lív

Vit mugu bera boðini frá Gudi, meðan tíð er.

SANGUR 145

Fyrireiking til boðanina

Vit hava kanska hug at verða heima, men vit kunnu fáa ta styrki, sum tað krevur at fara út í boðanina.

SANGUR 146

Tit gjørdu mær væl

Tá ið vit stuðla og vísa salvaðu brøðrum Jesusar kærleika, metir hann tað sum gávur latnar honum.

SANGUR 147

Ein serstøk ogn

Jehova er góður við sínar salvaðu synir, og teir gleðast um at gera hansara vilja.

SANGUR 148

Tú gavst tín kæra son

Vit takka Jehova fyri størstu gávuna, ið nakrantíð er givin. Hon gevur øllum vón.

SANGUR 149

Vit takka fyri loysigjaldið

Størsta kærleiksgerðin nakrantíð – at Jesus ofraði sítt lív – fær okkum at vera Jehova æviga takksom.

SANGUR 150

Bjóða tína hjálp

Sig frá, at tú fegin vilt tæna Jehova, uttan mun til hvar og hvussu.

SANGUR 151

Guds synir opinberast

Vit bíða í spenningi eftir degnum, tá ið Jehova tekur brøður Kristusar upp til himmals, so teir við honum kunnu vinna sigur og fáa løn.

SANGUR 152

Tú ert styrkin og vónin, vit líta á

Tá ið vit missa mótið av stúranum, kann Gud vera styrki, vón og álit okkara.

SANGUR 153

Gleðist tú?

Gleðist tú, tá ið tú gert tær ómak at finna tey, sum eru tað verd?

SANGUR 154

Vit halda út líka til endan

Ein sangur, sum hjálpir okkum at halda út í trongdum og trúføst tæna Jehova líka til endan.