Sangur 140
Lívið sum pionerur
-
Morgunstund, enn er stilt, smátt um smátt vakna vit,
biðja still eina bøn,
pakka bøkur og rit, so avstað;
hitta fólk, smílast blíð, tá tey ganga framvið.
Hóast nógv hava skund, vitna vit um Guds frið
dag um dag.
(NIÐURLAG)
Lívið, vit hava valt,
hevur miðvísa kós;
fús vit ganga, har Gud vísir veg.
’At vit røsk halda á,
gloyma veður og vind,
er við gleði, Jehova, tí vit elska teg!’
-
Loksins fara vit heim, meðan sól fer í kav;
eru móð nú, men glað,
takka Honum, sum var okkum hjá.
Harrin signar hvønn dag, hetta lívið er gott!
Ja, Jehova vit prísa, at hann dag og nátt
okkum sá.
(NIÐURLAG)
Lívið, vit hava valt,
hevur miðvísa kós;
fús vit ganga, har Gud vísir veg.
’At vit røsk halda á,
gloyma veður og vind,
er við gleði, Jehova, tí vit elska teg!’
(Sí eisini Jos. 24:15; Sl. 92:3; Róm. 14:8.)