Sangur 143
Ljós í myrkrinum
-
Hesa tíð, hesa myrkursnátt,
sæst eitt skyggjandi ljós.
Tað ber boð um ein nýggjan dag,
nýggja tíð, nýggja kós.
(NIÐURLAG)
Undurfult er ljósið,
lýsir upp hjørtu og sinn,
tað turkar tár av kinn.
Sí, nú lættir dimmið,
víst man hon enda so brátt,
tann myrka nátt.
-
Vakna má hvør, ið svevur nú,
tíðin rennur av stað.
Men við bøn kunnu tú og eg
kveikja vónir hvønn dag.
(NIÐURLAG)
Undurfult er ljósið,
lýsir upp hjørtu og sinn,
tað turkar tár av kinn.
Sí, nú lættir dimmið,
víst man hon enda so brátt,
tann myrka nátt.
(Sí eisini Jóh. 3:19; 8:12; Róm. 13:11, 12; 1 Pæt. 2:9.)