Sangur 139
Lær tey at standa stinn
-
Hjartans glað vit læra Harrans seyð,
síggja trúnna festa rót.
Gud, sum eymur vísti veg úr neyð,
gav tí óttafulla mót.
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tú hoyrir bøn
og goymir trúgvum ríka løn,
í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,
hjálp teimum stinn at halda á.’
-
Støðugt bóðu vit Gud varða tey
gjøgnum royndir dag um dag,
lærdu tey um alt, sum Jesus beyð,
sóu Gud vælsigna tað.
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tú hoyrir bøn
og goymir trúgvum ríka løn,
í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,
hjálp teimum stinn at halda á.’
-
Stór er gleðin, um tey halda á,
støðuføst og trúarsterk;
ævigt lív og eydnu fáa tá
øll, ið líta á Guds verk.
(NIÐURLAG)
Jehova Gud, tú hoyrir bøn
og goymir trúgvum ríka løn,
í Jesu navni biðja vit: ’Ver teimum hjá,
hjálp teimum stinn at halda á.’
(Sí eisini Luk. 6:48; Áps. 5:42; Fil. 4:1.)