Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 75

„Her eri eg – send meg!“

„Her eri eg – send meg!“

(Esaias 6:8)

  1. 1. Guds dýra navn á mangan hátt

    í dag er fyri háð og spott.

    Tað ljóðar: ’Gud ger einki gott,

    hann hevur eyðsæð ongan mátt.’

    Hvør gevur nú Guds navni ans?

    Hvør prísar Gudi sannleikans?

    (1. NIÐURLAG)

    ’Her eri eg, send meg, send meg!

    Við sangi skal eg æra teg.

    Eg vil so fegin tæna tær, Gud!

    Eg skal fara, send tú meg!’

  2. 2. Hvør óttast Gud í hesi verð?

    Fólk siga, Harrin seinur er,

    tey gera gudar, dyrka teir,

    ja, onkur dyrkar stein og leir.

    Hvør vil nú vísa dómin á?

    Hvør sigur kríggi Harrans frá?

    (2. NIÐURLAG)

    ’Her eri eg, send meg, send meg!

    Eg sigi frá og vísi veg.

    Eg vil so fegin tæna tær, Gud!

    Eg skal fara, send tú meg!’

  3. 3. Nógv spyrja: ’Veksur myrkrið meir?

    Tey óndu mennast, blíva fleir.’

    Men eyðmjúk leita nærri inn

    til Gud, sum gevur frið í sinn.

    Hvør fer at bera teimum troyst?

    Hvør sigur: ’Skjótt tit verða loyst’?

    (3. NIÐURLAG)

    ’Her eri eg, send meg, send meg!

    Eg leiði eyðmjúk rættan veg.

    Eg vil so fegin tæna tær, Gud!

    Eg skal fara, send tú meg!’

(Les eisini Slm. 10:4; Ezek. 9:4.)