Hava Jehova vitni ein løntan prestaskap?
Eins og tey kristnu í fyrstu øld eru Jehova vitni ikki býtt sundur í prestar og leikfólk. Øll doypt Jehova vitni taka lut í arbeiðinum við at boða gleðiboðskapin og at undirvísa. Tey eru skipað í samkomur við umleið 100 í hvørjari. Í øllum samkomum eru andaliga búnir menn, ið tæna sum „elstar“. (Titusarbrævið 1:5) Teir fáa onga løn fyri hesa tænastuna.