Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu gongur eitt brúdleyp hjá Jehova vitnum fyri seg?

Hvussu gongur eitt brúdleyp hjá Jehova vitnum fyri seg?

 Eitt brúdleyp hjá Jehova vitnum er vanliga eitt einfalt og virðiligt hátíðarhald, har ein stuttur bíbilskur fyrilestur verður hildin. Eftir hátíðarhaldið verður kanska ein móttøka ella veitsla við borðhaldi. a Jesus var í eini líknandi brúdleypsveitslu í Kana tíðliga í tænastu síni. – Jóhannes 2:1-11.

 Hvussu gongur brúðarvígslan fyri seg?

 Tað týdningarmesta er brúðarfyrilesturin, sum eitt Jehova vitni heldur. Hann varir umleið 30 minuttir. Fyrilesturin hevur ein kærligan og hugnaligan dám og leggur dent á, hvussu Bíblian kann hjálpa brúðarparinum at fáa eitt gott og varandi hjúnaband. – Efesusbrævið 5:33.

 Í nógvum londum geva myndugleikarnir Jehova vitnum heimild at víga brúðarpør. Tá ið fyrilesturin í einum slíkum føri er av, geva brúðgómurin og brúðurin hvørjum øðrum sítt hjúnabandslyfti. Tað kann eisini vera, at tey geva hvørjum øðrum ringar. Síðani kunnger hann, sum vígir tey, at tey nú eru maður og kona.

 Í øðrum londum krevur lógin, at tað er ein myndugleikapersónur, sum vígir eitt brúðarpar. Hetta verður so gjørt stutt áðrenn brúðarfyrilesturin. Um brúðurin og brúðgómurin ikki góvu hvørjum øðrum eitt lyfti undir borgarligu vígsluni, kunnu tey velja at gera tað, tá ið fyrilesturin er av. Um tey góvu eitt lyfti, kunnu tey velja at endurtaka tað í tátíð. Fyrilesturin endar við eini bøn til Gud um, at hann skal signa nýgifta parið.

 Hvar verða brúdleyp hjá Jehova vitnum hildin?

 Nógv Jehova vitni velja at hava brúðarvígsluna í einum ríkissali, um tað ber til. b Velur brúðarparið at hava eina móttøku ella veitslu aftaná, verður tað hildið eitt annað stað.

 Hvør kann koma?

 Verður brúðarvígslan í ríkissalinum, er tað vanligt, at øll kunnu koma, bæði tey, sum eru Jehova vitni, og tey, sum ikki eru. Um veitsla verður aftaná, velur brúðarparið, hvørjum tey vilja bjóða.

 Hvussu skulu gestirnir vera ílatnir?

 Ongar reglur eru fyri, hvussu fólk skulu vera ílatin, tá ið brúðarvígsla er í einum ríkissali, men Jehova vitni royna sjálv at fylgja ráðunum í Bíbliuni um at vera sømiliga ílatin og at vísa virðing. Tey virðismeta tað, tá ið onnur gera tað sama. (1. Timoteusarbræv 2:9) Hesi ráðini eru eisini góð at hava í huga, um veitsla verður aftaná.

 Hava gestirnir gávur við?

 Bíblian eggjar okkum til at vera gávumild. (Sálmur 37:21, Dahl/Viderø) Jehova vitnum dámar væl at fáa og geva brúdleypsgávur. (Lukas 6:38) Men eitt brúðarpar biður ikki um gávur og lesur heldur ikki upp fyri øllum, hvør hevur givið hvat. (Matteus 6:3, 4; 2. Korintbræv 9:7; 1. Pætursbræv 3:8) Umframt at tað stríðir ímóti meginreglunum í Bíbliuni, kundi tað fingið gestirnar at følt seg illa.

 Verður skálað í veitsluni?

 Nei. Jehova vitni skála ikki, tí tað hevur røtur í følskum átrúnaði. c Tey ynskja brúðarparinum alt tað besta upp á aðrar mátar.

 Verður kastað við rísi ella konfetti?

 Nei. Summastaðni kasta fólk rís, konfetti ella líknandi eftir nýgifta parinum. Tey halda, at hetta ber brúðarparinum góða eydnu og eitt langt og lukkuligt lív. Men Jehova vitni halda seg frá øllum, sum hevur við pátrúgv at gera, tí tað stríðir ímóti meginreglunum í Bíbliuni. – Esaias 65:11.

 Verður borðhald?

 Tá ið ein brúðarvígsla er í ríkissalinum, verður ikki borðreitt við mati og drekka. Nógv pør velja at hava eina móttøku ella veitslu aftaná við onkrum løttum til matna ella borðhaldi. (Prædikarin 9:7) Velja tey at servera alkohol, tryggja tey sær, at eingin fær ov nógv, og at tað bara eru tey, sum eru nóg gomul, sum fáa sær. – Lukas 21:34; Rómbrævið 13:1, 13.

 Verður tónleikur og dansur?

 Velur parið at hava eina veitslu, hava tey kanska eisini tónleik og dans. (Prædikarin 3:4) Tey velja hóskandi tónleik, alt eftir hvat teimum dámar, og hvat er vanligt á staðnum. Tónleikurin, sum verður spældur í ríkissalinum í sambandi við eina brúðarvígslu, er grundaður á Bíbliuna.

 Halda Jehova vitni brúdleypsdagar?

 Av tí at Bíblian hvørki talar fyri ella ímóti at halda brúdleypsdagar, gera Jehova vitni sjálv av, um tey halda teir ella ikki. Um tey velja at halda brúdleypsdag, gera tey tað kanska tveyeini ella saman við familju og vinum.

a Hvat siðum, mannagongdum og lógarkrøvum viðvíkur, kann tað vera ymiskt, hvat er vanligt á staðnum.

b Tann, sum heldur fyrilesturin, ger tað ókeypis, og tað kostar heldur einki at brúka ríkissalin.

c Fleiri upplýsingar um, hvar heidni siðurin at skála stavar frá, eru at finna í bókini Haldið tykkum í kærleika Guds’ á síðu 154 og í „Spørgsmål fra læserne“ í Vagttårnet frá 15. februar 2007.