Eru Jehova vitni ein sekt?
Nei, Jehova vitni eru ikki ein sekt. Vit eru kristin, sum gera okkara ítasta fyri at fylgja Jesusi Kristi og liva samsvarandi hansara læru.
Hvat er ein sekt?
Fólk hava ymiska fatan av orðinum „sekt“. Her eru tvey dømi um, hvussu fólk vanliga fata orðið, og hví hesar fatanir ikki kunnu nýtast um okkum.
Summi halda, at ein sekt er ein nýsprottin ella falskur átrúnaður. Jehova vitni hava ikki uppfunnið ein nýggjan átrúnað. Bíblian fortelur okkum, hvussu tey fyrstu kristnu tilbóðu Gud, og vit fylgja sama leisti sum tey. (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Vit halda, at tað er Bíblian, sum skal vera myndugleikin, ið ger av, hvussu vit eiga at tilbiðja Gud.
Summi halda, at ein sekt er ein vandamikil trúarbólkur við einum menniskja sum leiðara. Jehova vitni lata seg ikki leiða av einum menniskja. Nei, vit taka undir við tí, sum Jesus segði við sínar lærisveinar: „Ein er vegleiðari tykkara: Kristus.“ – Matteus 23:10.
Jehova vitni eru ikki ein vandamikil sekt, nei, teirra trúgv gagnar bæði teimum sjálvum og øðrum í samfelagnum. Til dømis hevur okkara boðanararbeiðið hjálpt nógvum at vinna á skaðiligum óvanum, eitt nú rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu. Harumframt hava vit lesiflokkar kring heimin, sum hjálpa fólki í túsundatali at læra at lesa og skriva. Og vit veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur raka. Vit stremba eftir at hava góða ávirkan á onnur, eins og Jesus bað sínar lærisveinar. – Matteus 5:13-16.