Eru Jehova vitni kristin?
Ja, tað eru vit, og niðanfyri sæst hví.
Vit royna at taka eftir Jesusi Kristi og at liva í samsvari við hansara læru. – 1 Pætur 2:21.
Vit trúgva, at Jesus er vegurin til frelsu, tí „ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við“. – Ápostlasøgan 4:12.
Tá ið fólk gerast Jehova vitni, verða tey doypt í Jesu navni. – Matteus 28:18, 19.
Vit biðja til Gud í Jesu navni. – Jóhannes 15:16.
Vit trúgva, at Jesus er tann, ið hevur fingið myndugleika yvir øllum menniskjum. – 1 Korintbræv 11:3.
Kortini hava vit í nógvum førum ikki somu áskoðan sum aðrir trúarbólkar, ið rópa seg kristnar. Vit trúgva til dømis, at Bíblian lærir, at Jesus er sonur Guds og ikki partur av eini tríeind. (Matteus 16:16; Markus 12:29) Vit trúgva ikki, at sálin er ódeyðilig, at Gud pínir menniskju í allar ævir í einum helviti, ella at trúarleiðarar skulu hava heiti, ið seta teir hægri enn onnur. – Prædikarin 9:5; Ezekiel 18:4; Matteus 23:8-10.