Hví halda Jehova vitni ikki føðingardag?
Tað gera vit ikki, tí vit halda, at tað er týðiligt, at Gudi ikki dámar tað. Bíblian sigur ikki beinleiðis, at vit ikki mugu halda føðingardag, men hon hjálpir okkum at skilja, hvørja áskoðan Gud hevur á føðingardagshald. Hetta kunnu vit lýsa við fýra dømum og týðandi bíbilskum meginreglum.
Føðingardagshald hevur heidnan uppruna. Sambært eini handbók hevur føðingardagshald sín uppruna í trúnni á, at „illir andar og óndar kreftir kundu gera seg inn á tann, sum hevði føðingardag“, og at „um vinir vóru hjástaddir og ynsktu til lukku, kundi tað verja føðingardagsbarnið“. (Funk & Wagnalls Standard Dictionary of Folklore, Mythology, and Legend) Sambært bókini The Lore of Birthdays var tað gamalt at skráseta føðingardagar, tí tað var „umráðandi at vita føðingardagin fyri at gera eina stjørnuspá“ við „gátuføru stjørnuspáfrøðini“. Bókin leggur aftrat, at „sambært fólkatrúnni hava føðingardagsljós eina serliga gandakenda kraft at uppfylla ynski“.
Men Bíblian fordømir gand, spádóm, spiritismu og tílíkt. (5. Mósebók 18:14; Galatiabrævið 5:19-21) Í veruleikanum var ein av orsøkunum til, at Gud vrakaði fornaldarbýin Bábylon, at fólkið fekst við stjørnuspáfrøði, ella spádóm. (Esaias 47:11-15) Jehova vitni ganga ikki høgt upp í upprunan til hvønn einasta sið, men tá ið Bíblian hevur greiðar meginreglur um eitt ávíst evni, taka vit tær í álvara.
Tey fyrstu kristnu hildu ikki føðingardag. Eitt leksikon skrivar soleiðis um tað at halda føðingardag: „Fornkirkjan metti siðin at vera heidnan.“ (Den Store Danske Encyklopædi) Bíblian vísir, at ápostlarnir og onnur, sum Jesus sjálvur hevði undirvíst, gjørdust fyrimyndir, sum øll kristin eiga at taka eftir. – 2. Tessalonikabræv 3:6.
Einasti dagurin, sum kristin eiga at halda, er ikki ein føðingardagur, men ein deyðadagur – deyðadagur Jesusar. (Lukas 22:17-20) Tað eigur ikki at koma óvart á okkum, tí Bíblian sigur: „Betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.“ (Prædikarin 7:1) Tá ið Jesus doyði, hevði hann fingið eitt gott navn hjá Gudi, og soleiðis gjørdist deyðadagur hansara meira týðandi enn føðingardagurin. – Hebrearabrævið 1:4.
Bíblian nevnir eingi dømi um, at tænarar hjá Gudi hildu føðingardag. Her er ikki talan um gáloysni, tí hon nevnir tvær føðingardagsveitslur hjá monnum, ið ikki tæntu Gudi. Men einki gott verður sagt um hesar veitslurnar. – 1. Mósebók 40:20-22; Markus 6:21-29.
Halda børn hjá Jehova vitnum, at tað er keðiligt ikki at halda føðingardag?
Sum øll góð foreldur vísa Jehova vitni børnum sínum kærleika alt árið, millum annað við at geva teimum gávur og skipa fyri hugnaløtum. Tey royna at taka eftir Gudi, sum ofta gevur børnum sínum góðar gávur, tá ið tey minst vænta tað. (Matteus 7:11) Viðmerkingarnar niðanfyri vísa, at børn hjá Jehova vitnum ikki halda tað vera keðiligt, at tey ikki halda føðingardagar:
„Tað er nógv stuttligari at fáa gávur, tá ið tú ikki væntar tað.“ – Tammy, 12 ár.
„Sjálvt um eg ikki fái føðingardagsgávur, so keypa foreldrini mær gávur aðrar dagar. Eg blívi so glaður, tá ið eg fái gávur, eg ikki hevði roknað við.“ – Gregory, 11 ár.
„Heldur tú, at tíggju minuttir við kaku og sangi er nakað serligt? So skuldi tú sæð, hvussu vit halda veitslur heima hjá okkum!“ – Eric, 6 ár.