Ber til at gevast sum Jehova vitni?
Ja, tað kann gerast upp á tveir mátar.
Við eini formligari áheitan. Vil onkur ikki longur vera Jehova vitni, kann viðkomandi boða frá tí munnliga ella skrivliga.
Við sínum gerðum. Ein persónur kann við sínum gerðum vísa, at hann ikki longur vil vera Jehova vitni. (1. Pætursbræv 5:9) Tað kann til dømis vera, at hann fer upp í ein annan trúarbólk og ger vart við, at hann ætlar sær at verða verandi har. – 1. Jóhannesarbræv 2:19.
Hvat um onkur er givin at boða gleðiboðskapin ella at ganga á møti? Verður hann so ikki longur roknaður sum eitt Jehova vitni?
Jú, tað verður hann. Fyri tað um trúgvin hjá onkrum er viknað, merkir tað ikki, at viðkomandi ikki longur verður roknaður sum eitt Jehova vitni. Orsøkin til, at nøkur ikki eru so virkin longur, nýtist als ikki at vera, at tey hava mist trúnna, men kanska at tey eru vorðin mótleys. Heldur enn at halda okkum burtur frá teimum, royna vit at ugga tey og hjálpa teimum. (1. Tessalonikabræv 5:14; Judasarbrævið 22) Vilja tey hava hjálp, syrgja teir elstu í samkomuni fyri at hjálpa teimum andaliga. – Galatiabrævið 6:1; 1. Pætursbræv 5:1-3.
Men teir elstu noyða sjálvsagt ongantíð nakran at verða verandi Jehova vitni. Ein og hvør má sjálvur velja, hvønn trúarbólk hann vil hoyra til. (Josva 24:15) Vit halda, at tað er umráðandi at tilbiðja Gud av fríum vilja. – Sálmur 110:3; Matteus 22:37.