Halda Jehova vitni, at tey eru tey einastu, sum verða frelst?
Nei. Nógvar milliónir, sum hava livað fyrr, og sum ikki vóru Jehova vitni, fáa møguleika at blíva frelst. Bíblian greiðir frá, at í Guds lovaða nýggja heimi ’verður uppreisn, bæði av rættvísum og órættvísum’. (Ápostlasøgan 24:15) Haraftrat fara nógv, sum liva nú, kanska at tæna Gudi, og tey verða eisini frelst. Undir øllum umstøðum er tað ikki okkara uppgáva at døma, hvør verður frelstur ella ikki. Tann uppgávan liggur fullkomiliga í Jesu hondum. – Jóhannes 5:22, 27.