Hvussu brúka Jehova vitni stuðulin, tey fáa?
Vit brúka stuðulin til andaligt virksemi og neyðhjálpararbeiði í okkara samskipan. Hetta virksemið er partur av okkara høvuðsmáli, sum er at hjálpa menniskjum at blíva lærisveinar hjá Jesusi. – Matteus 28:19, 20.
Stuðulin verður ongantíð latin einstøkum persónum, so teir kunnu blíva ríkir. Vit hava ikki løntar elstar ella prestar, og Jehova vitni fáa ikki løn fyri at ganga hús úr húsi. Tey, sum hjálpa til á okkara deildarskrivstovum og á høvuðsskrivstovuni, harímillum teir sum eru í stýrandi ráðnum, eru óløntir limir í einum átrúnaðarligum felagsskapi.
Dømi um, hvussu stuðulin verður brúktur
Andaligur lesnaður: Vit umseta, prenta, senda og býta út milliónatals bíbliur og annan bíbilskan lesnað hvørt ár, og vit gera tað ókeypis. Lesnaðurin á heimasíðuni jw.org og í appini JW Library er eisini ókeypis, og har eru ongar lýsingar.
Bygging og viðlíkahald: Um allan heimin byggja vit einfaldar møtisalir og halda teir við líka, so samkomurnar hava hóskandi umstøður at koma saman og tilbiðja Gud. Tað sama er galdandi fyri okkara deildarskrivstovur og umsetingarstovur. Av tí at nógv av hesum arbeiðinum verður gjørt av sjálvbodnum, verður kostnaðurin hildin niðri.
Umsiting: Virksemið á høvuðsskrivstovuni, á deildarskrivstovum og á umsetingarstovum, og eisini tað arbeiðið, sum ferðandi umsjónarmenn gera, verður fíggjað við stuðli, sum er latin okkara heimsumfatandi arbeiði.
Boðan: Jehova vitni fáa ikki løn fyri at boða tey góðu tíðindini ella fyri at læra onnur um „orð Guds“. (2. Korintbræv 2:17) Men í tráð við tað, sum tey kristnu í fyrstu øld gjørdu, fáa útvaldir og upplærdir boðarar, sum brúka meginpartin av síni tíð í boðanini, hóskandi innivist og tað, sum teir hava brúk fyri til dagin og vegin. – Filippibrævið 4:16, 17; 1. Timoteusarbræv 5:17, 18.
Undirvísing: Stuðulin verður eisini brúktur til at gjalda útreiðslurnar í sambandi við okkara stevnur og til at framleiða bíbilskar ljóðupptøkur og video. Haraftrat hava vit skúlar fyri elstar og fulltíðartænarar, so teir kunnu røkja sínar uppgávur enn betur.
Neyðhjálp: Vit syrgja fyri, at tey, sum verða rakt av náttúruvanlukkum ella øðrum vanlukkum, fáa vatn, mat og innivist. Vit hjálpa ikki bara ’okkara trúarfeløgum’, men eisini teimum, sum ikki eru Jehova vitni. – Galatiabrævið 6:10, Dahl/Viderø.