Eru Jehova vitni ein amerikanskur trúarbólkur?
Okkara høvuðsskrivstova er í USA. Men vit eru ikki ein amerikanskur trúarbólkur, sum orsakirnar niðanfyri vísa.
Jehova vitni hava ikki tikið seg burtur úr nøkrum øðrum kristnum átrúnaði. Vit royna at fylgja tí kristindóminum, sum varð útintur í fyrstu øld.
Jehova vitni boða um Guds ríki í meira enn 230 londum og økjum. Uttan mun til hvar vit búgva, vísa vit fremst av øllum Jehova Gudi og Jesusi Kristi trúskap, ikki amerikansku stjórnini ella nakrari aðrari stjórn á jørðini. – Jóhannes 15:19; 17:15, 16.
Alt, sum vit læra, er grundað á Bíbliuna, ikki á skriftirnar hjá onkrum trúarleiðara í USA. – 1. Tessalonikabræv 2:13.
Vit fylgja Jesusi Kristi, ikki nøkrum leiðara á jørðini. – Matteus 23:8-10.