Taka Jehova vitni ímóti læknaviðgerð?
Ja, Jehova vitni taka bæði ímóti heilivági og læknaviðgerð. Vit royna at ansa eftir okkum sjálvum og at liva heilsugott, men av og á tørvar okkum læknahjálp. (Lukas 5:31) Lukas, ein lærisveinur hjá Jesusi, var lækni, og nøkur Jehova vitni í dag eru eisini læknar. – Kolossebrævið 4:14.
Nakrir viðgerðarhættir eru tó í stríð við meginreglurnar í Bíbliuni, og teimum taka vit ikki ímóti. Til dømis vilja vit ikki hava blóðflutning, tí Bíblian sigur, at vit skulu halda okkum frá blóði. (Ápostlasøgan 15:20) Viðgerðarhættir, sum fevna um nakað okkult, eru eisini í stríð við Bíbliuna. – Galatiabrævið 5:19-21.
Men teir flestu viðgerðarhættirnir eru ikki í stríð við meginreglurnar í Bíbliuni. Í slíkum førum má hvør einstakur sjálvur taka eina avgerð. Kanska velur eitt Jehova vitni at taka ímóti eini ávísari viðgerð, sum eitt annað Jehova vitni ikki vil taka ímóti. – Galatiabrævið 6:5.