Far beinleiðis til innihaldið

Halda Jehova vitni, at tey hava ta einastu sonnu trúnna?

Halda Jehova vitni, at tey hava ta einastu sonnu trúnna?

 Tey, sum taka sína trúgv í álvara, eiga at vera sannførd um, at Gud og Jesus góðtaka hana. Hví skuldu tey annars havt ta trúnna?

 Jesus helt ikki, at ymiskir átrúnaðir bert eru ymiskir vegir til frelsu. Nei, hann segði: „Portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.“ (Matteus 7:14) Jehova vitni halda, at tey hava funnið tann vegin. Annars høvdu tey leitað sær eftir eini aðrari trúgv.