Hví svara Jehova vitni ikki øllum ákærum, ið verða reistar móti teimum?
Jehova vitni fylgja ráðunum í Bíbliuni um ikki at svara øllum ákærum og spotti. Til dømis sigur eitt orðatak í Bíbliuni: „Tann, ið revsar spottara, vinnur sær sjálvum vanæru.“ (Orðtøkini 9:7, 8; 26:4) Heldur enn at gera eitt stríð burtur úr følskum ákærum, leggja vit okkum eftir at gleða Gud. – Sálmur 119:69.
Rætt er, sum Bíblian sigur: „At tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína.“ (Prædikarin 3:7) Vit svara fólki, sum eru áhugað í at vita sannleikan, men vit sleppa okkum undan meiningsleysum trætum. Soleiðis fylgja vit tí, sum Jesus og tey fyrstu kristnu lærdu og gjørdu.
Jesus svaraði ikki teimum følsku ákærunum, ið vórðu reistar móti honum, tá ið hann stóð fyri Pilatusi. (Matteus 27:11-14; 1. Pætursbræv 2:21-23) Hann svaraði heldur ikki aftur, tá ið hann varð ákærdur fyri at vera drykkjumaður og átari. Heldur læt hann sínar gerðir tala í samsvari við meginregluna: „Vísdómurin er rættvísgjørdur av gerðum sínum.“ (Matteus 11:19, New World Translation) Tá ið umstøðurnar løgdu upp til tað, svaraði Jesus djarvur teimum, sum spottaðu hann. – Matteus 15:1-3; Markus 3:22-30.
Jesus lærdi sínar lærisveinar, at teir ikki skuldi missa mótið, tá ið teir vóru fyri følskum ákærum. Hann segði: „Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld.“ (Matteus 5:11, 12) Men Jesus segði eisini við lærisveinarnar, at tá ið slíkar ákærur góvu teimum møguleika at vitna, skuldi hann halda sítt lyfti: „Eg skal geva tykkum munn og vísdóm, sum allir mótstøðumenn tykkara ikki skulu vera førir fyri at standa ímóti ella mótsiga.“ – Lukas 21:12-15.
Paulus ápostul mælti teimum kristnu til at sleppa sær undan meiningsleysum trætum við mótstøðufólk. Hann segði, at slíkar trætur eru ’nyttuleysar og tómar’. – Titusarbrævið 3:9; Rómbrævið 16:17, 18.
Pætur ápostul bað kristin verja sína trúgv, tá ið tað var møguligt. (1. Pætursbræv 3:15) Men hann viðurkendi, at gerðir ofta siga meira enn orð. Hann skrivaði: ’Við at gera hitt góða skulu tit fáa fávitsku dáranna at tagna.’ – 1. Pætursbræv 2:12-15.