Trúgva Jehova vitni, at Gud skapti jørðina upp á seks 24-tíma dagar?
Nei. Jehova vitni trúgva, at Gud hevur skapt alt. Men vit trúgva ikki, at hann skapti jørðina upp á seks 24-tíma dagar. Hví ikki? Tí tað samsvarar ikki við Bíbliuna. Hugsa um hesi bæði dømini:
Longdin á teimum seks skapanardøgunum. Summi halda uppá, at teir seks skapanardagarnir vóru bókstavligir 24-tíma dagar. Men orðið „dagur“ kann í Bíbliuni merkja eitt sera langt tíðarskeið. – 1. Mósebók 2:4; Sálmur 90:4.
Aldurin á jørðini. Summi læra, at jørðin bara er nøkur fá túsund ára gomul. Men sambært Bíbliuni var jørðin og alheimurin til, áðrenn teir seks skapanardagarnir. (1. Mósebók 1:1) Tí eru Jehova vitni ikki ímóti álítandi vísindaligum kanningum, sum vísa, at jørðin kanska er fleiri milliardir ára gomul.
Hóast Jehova vitni trúgva, at Gud hevur skapt alt, eru vit ikki ímóti vísindum. Vit trúgva, at sonn vísindi samsvara við Bíbliuna.