Trúgva Jehova vitni á Jesus?
Ja. Vit trúgva á Jesus, sum segði: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ (Jóhannes 14:6) Vit trúgva, at Jesus kom úr himli niður á jørðina og gav sítt fullkomna menniskjalív sum eitt loysigjald fyri okkum. (Matteus 20:28) Hansara deyði og uppreisn gera tað møguligt hjá teimum, sum trúgva á hann, at fáa ævigt lív. (Jóhannes 3:16) Vit trúgva eisini, at Jesus nú er kongur í Guds himmalska ríki, sum skjótt fer at fáa frið í lag á allari jørðini. (Opinberingin 11:15) Men vit taka eisini undir við Jesu orðum: „Faðirin er størri enn Eg.“ (Jóhannes 14:28) So vit tilbiðja ikki Jesus, tí vit trúgva ikki, at hann er hin alvaldi Gud.