Far beinleiðis til innihaldið

Rundvísingar á Betel

Tú ert hjartaliga vælkomin at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum, sum vit vanliga rópa Betel. Á nøkrum av deildarskrivstovunum eru framsýningar, sum tú kanst hyggja at sjálvur.

Rundvísingar byrja aftur: Í nógvum londum verður aftur møguligt at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum frá 1. juni 2023. Tú kanst seta teg í samband við ta deildarskrivstovuna, sum tú kundi hugsað tær at vitjað, viss tú vilt hava fleiri upplýsingar. Tú skalt ikki koma, viss tú ert testaður positivur fyri COVID-19, hevur symptomir upp á forkølilsi ella influensu ella nýliga hevur havt nærsamband við ein, sum er testaður positivur fyri COVID-19.

Brasil

Kunning um rundvísingar

Bílegg eina rundvísing

Sí ella broyt bíleggingar

Tak eitt kunningarhefti niður

Framsýningar

Bíblian – bókin og høvundurin. Henda framsýningin gevur Jehova Gudi, sum er høvundur Bíbliunnar, tann heiður, hann hevur uppiborið, og leggur dent á høvuðsevnið í Bíbliuni: Guds ríki. Tey vitjandi síggja, hvussu Bíblian hevur yvirlivað heilt fram til okkara tíð, og hvussu Jehova hevur varðveitt upprunaliga boðskapin í henni, hóast mótstøðufólk hava roynt at broyta hann.

Søgulig framsýning. Henda framsýningin vísir, hvussu Jehova hevur signað boðanararbeiðið um Guds ríki í Brasil í meira enn 120 ár. Tey vitjandi síggja, hvussu mann við søguligum uppdagingum hevur funnið nýggjar upplýsingar um, hvussu arbeiðið í Brasil byrjaði og vaks hóast mótstøðu og forfylging.

Adressa og telefonnummar

Finn veg