Far beinleiðis til innihaldið

Rundvísingar á Betel

Tú ert hjartaliga vælkomin at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum, sum vit vanliga rópa Betel. Á nøkrum av deildarskrivstovunum eru framsýningar, sum tú kanst hyggja at sjálvur.

Rundvísingar byrja aftur: Í nógvum londum verður aftur møguligt at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum frá 1. juni 2023. Tú kanst seta teg í samband við ta deildarskrivstovuna, sum tú kundi hugsað tær at vitjað, viss tú vilt hava fleiri upplýsingar. Tú skalt ikki koma, viss tú ert testaður positivur fyri COVID-19, hevur symptomir upp á forkølilsi ella influensu ella nýliga hevur havt nærsamband við ein, sum er testaður positivur fyri COVID-19.

Suðurafrika

Kunning um rundvísingar

Bílegg eina rundvísing

Sí ella broyt bíleggingar

Tak eitt kunningarhefti niður

Framsýningar

Gestaøki. Fleiri video eru at síggja, sum geva innlit í, hvat gongur fyri seg á Betel, og hvussu Betel stuðlar okkara tilbiðing.

Gestaøki í prentsmiðju 2. Video vísa, hvussu stóran týdning tað hevur at umseta og prenta lesnað til lokal mál. Frá einum sýnispalli sæst niður á prentmaskinurnar. Ein bíbliuframsýning vísir, hvussu Guds navn varð brúkt í Bíbliuni á nøkrum lokalum málum.

Gestaøki í prentsmiðju 3. Frá einum sýnispalli sært tú alt økið, har lesnaðurin verður pakkaður, og eitt video vísir, hvar lesnaðurin verður sendur. Video vísa nakað um ríkissalsbygging, vøruflutning og framleiðslu av ljóð- og videoupptøkum.

Eyka upplýsingar. Smáir bussar koyra tey vitjandi aftur og fram millum gestaøkini. Tey vitjandi kunnu eta matpakkan hjá sær á hvíldarplássinum.

Adressa og telefonnummar

Finn veg