Rundvísingar á Betel
Tú ert hjartaliga vælkomin at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum, sum vit vanliga rópa Betel. Á nøkrum av deildarskrivstovunum eru framsýningar, sum tú kanst hyggja at sjálvur.
Rundvísingar byrja aftur: Í nógvum londum verður aftur møguligt at fáa eina rundvísing á okkara deildarskrivstovum frá 1. juni 2023. Tú kanst seta teg í samband við ta deildarskrivstovuna, sum tú kundi hugsað tær at vitjað, viss tú vilt hava fleiri upplýsingar. Tú skalt ikki koma, viss tú ert testaður positivur fyri COVID-19, hevur symptomir upp á forkølilsi ella influensu ella nýliga hevur havt nærsamband við ein, sum er testaður positivur fyri COVID-19.
USA
Á hesi síðuni
Kunning um rundvísingar
Framsýningar
Framsýningar at hyggja at sjálvur í Warwick
Bíblian og Guds navn. Hendan framsýningin fevnir um sjáldsamar bíbliur og vísir, hvussu Guds navn er varðveitt í Bíbliuni, hóast nógvar royndir eru gjørdar at beina fyri tí. Framsýningin fevnir eisini um aðrar sjáldsamar bíbliur og lutir, sum verða skiftir út av og á.
Eitt fólk, sum ber navn Jehova. Framsýningin gevur eitt søguligt yvirlit yvir andaliga arvin hjá Jehova vitnum í myndum. Lutir, myndir og frásøgur vísa, hvussu Jehova hevur leiðbeint, undirvíst og skipað sítt fólk at gera sín vilja.
Høvuðsskrivstovan – Trúgv í verki. Hendan framsýningin, sum er samvirkin (interaktiv), greiðir frá arbeiðinum í nevndunum hjá stýrandi ráðnum, og hvussu tær hjálpa Jehova vitnum at fylgja bíbilsku boðunum um at koma saman, gera lærisveinar, fáa sær andaliga føði og vísa hvørjum øðrum kærleika.
Framsýningar at hyggja at sjálvur í Patterson
Bíbliubygd í fyrstu øld. Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu gerandislívið var, tá ið Jesus var á jørðini? Í bíbliubygdini sleppur tú at síggja og enntá vera við í gerandisvirkseminum í eini bygd í fyrstu øld. Hendan framsýningin kann gera tína bíbliulesing meira spennandi.
Bíbliumyntir í fyrstu øld. Í hesi framsýningini er eitt úrval av upprunaligum myntum úr fyrstu øld, sum verða nevndar í teimum Kristnu griksku skriftunum. Tú fært áhugaverdar smálutir at vita um allar myntirnar, og hvat samband tær hava við frásøgur í Bíbliuni.
„Allir synir tínir skulu verða lærdir av Jehova.“ Hendan framsýningin leggur dent á skúla- og undirvísingarskráir í okkara samskipan upp gjøgnum tíðina. Tú fært at vita, hvussu hesir skúlarnir hava hjálpt sjálvbodnum at blíva dugnaligir undirvísarar og samkomuelstar.
„Tey góðu tíðindini verða vard og løgfrøðiliga staðfest.“ Hendan framsýningin fevnir um rørandi søgur um Jehova vitni, sum ikki vildu slaka í sambandi við sína trúgv, sjálvt ikki undir ógvisligari mótstøðu. Tú fært at vita, hvat okkara samskipan hevur gjørt fyri at tryggja eitt løgfrøðiligt grundarlag fyri okkara boðanararbeiði um allan heimin.