Far beinleiðis til innihaldið

BÍBLIAN BROYTIR LÍV

Eg hevði einki tamarhald á mínum lívi

Eg hevði einki tamarhald á mínum lívi
  • Føddur: 1971

  • Heimland: Tonga

  • Fortíð: Rúsevnismisnýtsla, fongsul

BAKGRUND

 Eg eri ættaður úr Tonga, einum landi, sum er samansett av umleið 170 oyggjum í útsynningspartinum av Kyrrahavinum. Í Tonga áttu vit ikki nógv, vit búðu heldur fátæksligt og høvdu hvørki elektrisitet ella bil. Vit høvdu kortini vatn í krananum og áttu eisini nakrar fáar hønur. Í skúlafrítíðini plagdu báðir beiggjarnir hjá mær og eg at hjálpa pápa okkara á jarðarstykkinum, har vit dyrkaðu bananir, jamsrót, taro og kassava. Grøðin var eitt ískoyti til ta lítlu lønina, sum pápi fekk við at átaka sær ymiskt fyrifallandi arbeiði. Sum nógv av teimum, ið búgva á oyggjunum í Kyrrahavinum, høvdu vit stóra virðing fyri Bíbliuni og gingu regluliga í kirkju. Men vit trúðu tó, at einasti útvegurin fyri at fáa eitt betri lív, var at flyta til eitt ríkari land.

 Tá ið eg var 16 ára gamal, skipaði mammubeiggi mín fyri, at familjan hjá okkum flutti til Kalifornia í USA. Tann mentanarliga tillagingin var ótrúliga trupul. Fíggjarliga fingu vit tað betri, men vit búðu í einum fátækum býlingi við støðugt vaksandi trupulleikum av harðligum brotsverkum og rúsevnum. Um náttina hoyrdu vit ofta skot, og teir flestu av grannum okkara ræddust brotsmannaliðini. Nógv gingu við skotvápnum fyri at verja seg ella fyri at steðga ósemjum. Eg havi framvegis eina kúlu í bringuni, sum stavar frá eini slíkari ósemju.

 Í framhaldsskúlanum vildi eg fegin vera sum hini. Eg var oftari og oftari við í villum veitslum, drykkjuskapi, harðskapi og misnýtslu av rúsevnum, og sum frá leið gjørdist eg bundin av kokaini. Fyri at fáa pengar til rúsevni fór eg at stjala. Í okkara familju gingu vit í kirkju, men eg fekk ongantíð nakra leiðbeining, sum kundi hjálpa mær at standa ímóti bólkatrýsti til at gera tað, sum var skeivt. Eg varð ofta handtikin fyri harðskap. Eg hevði einki tamarhald á mínum lívi! At enda varð eg settur í fongsul.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

 Ein dagin í 1997, meðan eg var í fongslinum, sá ein annar fangi, at eg hevði eina bíbliu í hondini. Tað var um jólini, ta tíðina, sum tey flestu í Tonga meta serliga heilaga. Hann spurdi meg, um eg visti, hvat Bíblian í roynd og veru sigur um føðing Jesusar, men eg hevði ikki ánilsi av, hvat hon sigur. Hann vísti mær ta einfaldu frásøguna í Bíbliuni um føðing Jesusar, og eg sá, at nógvir jólasiðir ikki verða nevndir yvirhøvur. (Matteus 2:1-12; Lukas 2:5-14) Eg varð púra ovfarin og fór at hugsa um, hvat Bíblian annars sigur. Maðurin plagdi at vera við á møtunum, sum Jehova vitni hildu í fongslinum hvørja viku, og eg gjørdi av at fara við honum. Tey tosaðu um Opinberingina í Bíbliuni. Eg skilti lítið av tí, sum varð sagt, men var klárur yvir, at alt, sum tey lærdu, var úr Bíbliuni.

 Tá ið tveir av monnunum, sum vóru Jehova vitni, bjóðaðu sær til at lesa Bíbliuna saman við mær, tók eg glaður við tilboðnum. Fyri fyrstu ferð lærdi eg, at Bíblian gevur lyfti um eitt paradís, sum skal vera her á jørðini. (Esaias 35:5-8) Eg varð klárur yvir, at eg fyri at gleða Gud noyddist at broyta nógv í mínum lívi. Eg skilti, at Jehova Gud ikki fór at loyva nøkrum av mínum ringu vanum í paradísinum. (1. Korintbræv 6:9, 10) Eg gjørdi tí av at fáa tamarhald á mínum ringa sinnalagi, leggja av at roykja og hvørki drekka ov nógv ella misnýta rúsevni aftur.

 Í 1999, áðrenn eg hevði sitið alla fongsulstíðina, varð eg fluttur í eitt annað fongsul. Í meira enn eitt ár hevði eg einki samband við Jehova vitni. Men eg hevði sett mær fyri at halda fram við mínum broytingum. Í ár 2000 tók stjórnin uppihaldsloyvið frá mær. Eg varð vístur úr USA og sendur aftur til Tonga.

 Í Tonga skundaði eg mær at finna Jehova vitni og fór aftur at kanna Bíbliuna. Mær dámdi væl tað, sum eg lærdi, og tað hugtók meg at síggja, at Jehova vitni á oynni grundaðu alt tað, sum tey lærdu, á Bíbliuna, akkurát sum tey í USA høvdu gjørt.

 Pápi mín hevði eitt ábyrgdarstarv í kirkjuni hjá sær og var væl kendur í samfelagnum. Tí var familjan í fyrstuni ráðaleys og ørg um, at eg kom saman við Jehova vitnum. Men sum frá leið, gleddust mamma og pápi um, at meginreglurnar í Bíbliuni hjálptu mær at fáa skil á mínum lívi.

Sum nógvir menn í Tonga drakk eg kava nógvar tímar um vikuna

 Eitt, sum var sera torført hjá mær at broyta, hevði at gera við ein drykk, sum vanliga verður misnýttur í míni mentan. Nógvir menn í Tonga sita fleiri tímar um vikuna og drekka kava, ein rúsandi løg, bryggjaður við úrdrátti úr rótini á piparplantuni. Nú eg var komin aftur til heimlandið, fekk eg til vana næstan hvørt kvøld at fara á eina kavabarr og drekka, til eg misti bæði vit og skil. Trupulleikin var fyri ein part, at eg kom saman við vinum, sum einki løgdu í bíbilskar normar. At enda fekk eg hjálp og skilti, at eg særdi Gud við mínum vanum. Eg broytti atburð, so eg kundi verða góðkendur av Gudi og fáa hansara signing.

 Eg fór nú á øll møtini hjá Jehova vitnum. At koma saman við øðrum, sum royndu at gleða Gud, hjálpti mær at standa ímóti freistingum. Í 2002 varð eg doyptur sum eitt Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

 Eg havi notið gott av, at Jehova Gud er so tolin, sum Bíblian sigur frá: „Harrin ... er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.“ (2. Pætursbræv 3:9) Hann kundi langt síðani gjørt enda á hesi óndu heimsskipanini, men hann hevur latið hana halda fram so leingi, at fólk sum eg kundu gerast hansara vinir. Eg hugsi, at hann kanska brúkar meg til at hjálpa øðrum at gera tað sama.

 Jehova hjálpti mær at fáa tamarhald á mínum lívi. Eg stjali ikki longur frá øðrum fyri at fíggja eitt lívshættisligt misbrúk. Í staðin fyri hjálpi eg mínum medmenniskjum, so tey eisini kunnu fáa Jehova til vin. Við at koma saman við Jehova vitnum hitti eg Teu, sum bleiv kona mín. Vit eiga ein lítlan son og hava tað gott saman sum familja. Í felag læra vit onnur um vónina, sum Bíblian gevur okkum um eitt ævigt lív í einum friðsælum paradísi.