BÍBLIAN BROYTIR LÍV
„Eg skammist ikki longur við meg sjálvan“
Føddur: 1963
Heimland: Meksiko
Fortíð: Gøtubarn; undirlutakenslur
BAKGRUND
Eg eri føddur í Ciudad Obregón norðaliga í Meksiko sum tað fimta av níggju børnum. Vit búðu í útjaðaranum á býnum, har pápi mín passaði ein lítlan bóndagarð. Har var gott at vera, og vit høvdu tað gott saman sum familja. Tá ið eg var fimm ára gamal, oyðilegði ein ódn bóndagarðin, og vit noyddust tíverri at flyta.
Tað fór at gangast pápa væl fíggjarliga, men um sama mundið fór hann at drekka illa. Tað var hvørki gott fyri hjúnabandið ella okkum børn. Vit fóru at roykja sigarettir, sum vit stjólu frá pápa, og eg var bara seks ára gamal, fyrstu ferð eg drakk meg fullan. Stutt eftir hetta fóru foreldrini hjá mær frá hvørjum øðrum, og eg fór at skikka mær verri.
Mamma tók okkum við sær, tá ið hon flutti saman við einum øðrum manni. Hann gav henni ongar pengar, og vit kláraðu okkum ikki fyri tað, sum hon tjenti. Tí arbeiddu eg og systkinini tað, vit kundu, men tað var ikki meir enn, vit fingu endarnar at røkka saman. Eg bustaði skógvar og seldi breyð, avísir, tyggigummi og annað. Eg reikaði eisini runt í býnum og leitaði eftir mati í skrellispannum hjá teimum ríku.
Tá ið eg var tíggju ára gamal, bjóðaði ein maður mær arbeiði á ruskplássinum í býnum. Eg tók av tilboðnum, gavst í skúlanum og flutti heimanífrá. Hann gav mær minni enn ein dollara um dagin og mat, sum hann hevði funnið á ruskplássinum. Eg búði í einum skúri, sum eg hevði bygt úr ymiskum burturkasti. Fólkini, sum eg hevði við at gera, tosaðu ljótt og livdu í kynsligum siðloysi. Nógv vóru rúsevnismisnýtarar og alkoholikarar. Tað var ringasta tíðin í mínum lívi; eg græt og skalv hvørt kvøld, tí eg var so bangin. Eg skammaðist, tí eg var fátækur og hevði so lítla skúlagongd. Eg búði á ruskplássinum í umleið trý ár, og so flutti eg til ein annan stat í Meksiko. Har arbeiddi eg við at henta blómur og bummull, heysta sukurrør og taka epli upp.
Fýra ár seinni flutti eg aftur til Ciudad Obregón. Ein fastir mín, sum var gandalækni, læt meg sleppa at búgva hjá sær. Eg hevði ofta marruna og bleiv so hugtungur, at eg hugsaði um at taka mítt egna lív. Eina náttina bað eg til Gud og segði: „Harri, um tú ert til, vil eg sleppa at kenna teg og tæna tær um ævir. Eg vil so gjarna finna sonnu trúnna, um hon finst.“
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Eg hevði altíð viljað vitað meira um Gud. Sjálvt sum smádrongur fór eg í kirkju og á møti nógvastaðni, men eg varð altíð vónsvikin. Ongastaðni fekk eg nakað serligt at vita um Bíbliuna, og eg fekk ikki nøktað mín andaliga tørv. Onkustaðni løgdu tey ov stóran dent á pengar, og aðrastaðni livdu tey, sum hoyrdu til trúarbólkin, í kynsligum siðloysi.
Tá ið eg var 19, fortaldi ein svágur hjá mær, at Jehova vitni høvdu víst honum, hvat Bíblian sigur um at brúka átrúnaðarligar myndir og lutir. Hann las 2. Mósebók 20:4, 5 fyri mær. Har stendur, at vit ikki mugu gera skurðmyndir. Ørindi 5 sigur: „Tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka [tær],“ tí Jehova krevur, at vit bara tilbiðja hann. Síðani spurdi svágurin meg: „Um Gud brúkar halgilutir til at gera undur við ella vil hava okkum at brúka halgilutir í tilbiðingini, hví sigur hann so, at tað ikki er loyvt?“ Nú bleiv eg forvitin. Eftir tað tosaðu vit ofta um Bíbliuna. Mær dámdi hesar samrøðurnar so væl, at tíðin bara fleyg av stað.
Seinni fór eg við honum á møti hjá Jehova vitnum. Tað, sum eg sá og hoyrdi har, hugtók meg veruliga. Sjálvt børn og ung tóku lut á møtinum og dugdu væl at greiða frá á pallinum! Eg hugsaði: ’Her er góð undirvísing at fáa!’ Hóast eg sá ófantaligur út og hevði sítt hár, tóku tey væl ímóti mær. Ein familja bjóðaði mær enntá heim til døgurða aftan á møtið.
Meðan eg kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum, fann eg út av, at Jehova Gud er ein góður faðir, sum tekur sær av okkum, uttan mun til hvørja fíggjarliga, sosiala, etniska ella útbúgvingarliga bakgrund vit hava. Hann ger als ongan mannamun. (Ápostlasøgan 10:34, 35) Endiliga lærdi eg sannleikan um Gud. Eg var ikki keddur longur og føldi heldur ikki, at nakað týðandi manglaði í mínum lívi.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Nú bleiv alt betri. Eg legði av at roykja, helt uppat at drekka ov nógv og tosa ljótt. Tær negativu kenslurnar, eg hevði havt, síðani eg var smádrongur, hvurvu so líðandi, og eg hevði ikki marruna longur. Eg vann eisini á mínum undirlutakenslum, sum helst komu av mínum ringa uppvøkstri og avmarkaðu skúlagongd.
Eg havi fingið eina góða konu, sum elskar Jehova og stuðlar mær í øllum. Nú tæni eg sum ferðandi umsjónarmaður hjá Jehova vitnum og vitji samkomur fyri at undirvísa og uppbyggja trúarfelagar, ið eru sum brøður og systrar hjá mær. Bíblian og frálíka upplæringin, sum Gud gevur okkum, hevur gjørt, at eg ikki longur skammist við meg sjálvan.