BÍBLIAN BROYTIR LÍV
„Eg var ógvuliga illsintur“
Føddur: 1975
Heimland: Meksiko
Fortíð: Ógvuliga illsintur; revsifangi
BAKGRUND
Eg eri føddur í San Juan Chancalaito, sum er ein lítil býur í Chiapas í Meksiko. Mín familja hoyrir til chol-fólkið, sum stavar frá maiaindianarunum. Míni foreldur fingu 12 børn, og eg var fimta barnið. Jehova vitni kannaðu Bíbliuna saman við mær og mínum systkjum, tá ið eg var barn. Tíverri fylgdi eg ikki ráðunum í Bíbliuni á ungum árum.
Tá ið eg var 13 ára gamal, fór eg at nýta rúsevni og stjala. Um ta tíðina flutti eg heimanífrá og reikaði um frá einum staði til annað. Sum 16 ára gamal fór eg at arbeiða í eini marihuanaplantasju. Tá ið vit eina náttina, eftir at eg hevði arbeitt har í umleið eitt ár, skuldu flyta eina stóra mongd av marihuana við báti, blivu vit knappliga álopnir av vápnaðum monnum úr einum øðrum narkokartelli. Eg leyp út í ánna fyri ikki at blíva raktur av skotunum og læt áarstreymin føra meg langt burtur. Eftir tað flýddi eg til USA.
Í USA helt eg fram at selja rúsevni og fekk størri og størri trupulleikar. Tá ið eg var 19, bleiv eg handtikin og settur í fongsul, skuldsettur fyri stuldur og drápsroynd. Í fongslinum bleiv eg limur í einum brotsmannaliði og gjørdist enn harðligari. Hetta hevði við sær, at eg bleiv fluttur til eitt serliga væl tryggjað fongsul í Lewisburg í Pennsylvania.
Í fongslinum í Lewisburg versnaði mín atburður uppaftur meira. Av tí at eg longu hevði tatoveringar, sum eyðkendu brotsmannaliðið, sum eg hoyrdi til, kom eg lætt í samband við henda bólkin í fongslinum. Eg bleiv enn meira harðligur, og ferð eftir ferð var eg í slagsmáli. Eina ferð var eg við í eini uppgerð millum tvey brotsmannalið í fongsulsgarðinum. Tað gekk harðliga fyri seg. Vit brúktu bæði bólttrø og motiónsvektir. Fyri at steðga bardaganum brúktu fangavørðirnir táragass. Eftir hetta bleiv eg fluttur á eina serliga deild fyri vandamiklar fangar. Eg var ógvuliga illsintur og ljótur í munninum. Eg hevði ikki trupulleikar við at buka fólk av, nei, mær dámdi tað, og eg fekk ikki samvitskubit av tí.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Á hesi serligu deildini skuldi eg vera í fangaklivanum tað mesta av degnum, og fyri at fáa tíðina at ganga fór eg at lesa í Bíbliuni. Seinni gav ein fangavørður mær bókina Tú kanst liva um ævir í einum páradísi á jørðini. a Meðan eg las hesa bíbliulestrarbókina, kom eg í tankar um nógv av tí, ið eg hevði lært sum barn, tá ið Jehova vitni lósu Bíbliuna við mær. Eg fór at hugsa um, hvussu illa tað hevði gingist mær, tí eg var so illsintur. Eg hugsaði eisini um mína familju. Av tí at tvær systrar hjá mær vóru blivnar Jehova vitni, kom tankin til mín: ’Tær skulu liva um ævir.’ Síðani spurdi eg meg sjálvan: ’Hví kann eg ikki tað?’ Tað var tá, eg setti mær fyri at broyta lívsstíl.
Men eg visti, at onkur mátti hjálpa mær, um eg skuldi broyta meg. Fyrst bað eg inniliga til Jehova Gud um hjálp. Síðani skrivaði eg til deildarskrivstovuna hjá Jehova vitnum í USA og bað um ein bíbliulestur. Deildarskrivstovan skipaði fyri, at eg fekk samband við eina samkomu nær við fongslið. Um ta tíðina slapp eg ikki at fáa vitjan av nøkrum, sum eg ikki var í familju við, so eitt Jehova vitni úr samkomuni sendi mær uppbyggjandi brøv og bíbilskan lesnað. Tað hevði við sær, at eg fekk enn meira hug at broyta meg.
Tað var eitt stórt framstig, tá ið eg setti mær fyri at fara úr brotsmannaliðnum, sum eg hevði verið partur av í nógv ár. Oddamaðurin í brotsmannaliðnum var eisini á serligu deildini fyri vandamiklar fangar. Einaferð, tá ið fangarnir vóru saman, fór eg yvir til hansara og segði við hann, at eg ætlaði mær at blíva Jehova vitni. Eg bleiv bilsin, tí hann segði: „Um tú meinar tað, so ger tað. Hevur tað nakað við Gud at gera, blandi eg meg ikki uppí. Men um tað er tí, at tú bara vilt sleppa úr liðnum, so kennir tú avleiðingarnar.“
Tey næstu tvey árini løgdu starvsfólkini í fongslinum til merkis, at eg broytti meg, og tí fóru tey eisini betur við mær. Til dømis løgdu tey meg ikki longur í handjørn, tá ið tey skuldu fylgja mær frá klivanum til baðirúmið. Ein vaktarmaður kom enntá yvir til mín og segði, at eg endiliga skuldi halda fram at gera broytingar. Fongsulsleiðslan læt meg sita tað síðsta árið á eini deild nær við høvuðsfongslið, sum hevði færri trygdaratgerðir. Tá ið eg hevði sitið inni í tíggju ár, bleiv eg í 2004 leyslatin og sendur aftur til Meksiko við fongsulsbussi.
Eg fann beinanvegin ein ríkissal hjá Jehova vitnum í Meksiko. Fyrstu ferð eg var á møti, var eg í fangabúna, sum var einasti sømiligi klædnabúnin, eg átti. Hóast mína útsjónd tóku Jehova vitni væl ímóti mær. Blíðskapurin gjørdi, at eg føldi, at eg var ímillum sonn kristin. (Jóhannes 13:35) Á hesum møtinum skipaðu teir elstu í samkomuni fyri, at eg kundi fáa eitt bíbliuskeið. Eitt ár seinni, tann 3. september 2005, bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni.
Í januar 2007 byrjaði eg í fulltíðartænastuni, har eg brúki 70 tímar um mánaðin til at læra onnur um Bíbliuna. Í 2011 var eg á Bíbliuskúlanum fyri stakar brøður (nú Skúlin fyri kristnar boðarar). Hesin skúlin hevur hjálpt mær at røkja mínar uppgávur í samkomuni.
Í 2013 giftist eg við míni elskaðu Pilar. Hon sigur við einum smíli, at hon hevur ilt við at trúgva tí, sum eg fortelji henni um mína fortíð. Eg eri ongantíð farin aftur til gamla lívsstílin. Bæði kona mín og eg halda, at tann persónurin, eg eri í dag, prógvar, at Bíblian kann broyta lív. – Rómbrævið 12:2.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Eg haldi, at orðini hjá Jesusi í Lukas 19:10 passa til mín. Har sigur hann: „[Eg eri] komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.“ Lívið er ikki longur meiningsleyst. Og eg geri heldur ikki fólki nakað ilt. Bíblian hevur æruna av, at eg havi fingið eina fantastiska vón, frið við míni medmenniskju, og fremst av øllum havi eg fingið eitt gott samband við skaparan, Jehova.
[UNDIRGREIN]
a Jehova vitni hava givið út, men hon verður ikki prentað longur. Nú brúka Jehova vitni bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir til bíbliulestur.