BÍBLIAN BROYTIR LÍV
„Eg eri ikki harðligur longur“
Føddur: 1956
Heimland: Kanada
Fortíð: Vónbrotin, ómoralskur og harðligur
BAKGRUND
Eg eri føddur í býnum Calgary í Alberta í Kanada. Foreldrini hjá mær blivu skild, tá ið eg var heilt lítil. Mamma og eg fluttu heim til ommu og abba. Tey vóru so góð við mammu og meg, og eg var ein glaður lítil drongur. Tað er við gleði, at eg minnist aftur á míni friðarligu barnaár.
Tá ið eg var sjey ára gamal, broyttist alt til tað verra. Mamma giftist uppaftur við pápa mínum, og vit fluttu til St. Louis í Missouri í USA. Eg fann skjótt út av, at pápi kundi vera rættiliga óreinur. Til dømis hoyrdi hann fyrsta dagin, tá ið eg kom heim úr mínum nýggja skúla, at eg var blivin happaður og ikki hevði hevnt meg. Hann bleiv í øðini og sló meg enn harðari enn børnini í skúlanum. Hetta tók eg til mín, og eg var bara sjey ár, tá ið eg fór at berjast fyri fyrstu ferð.
Mamma bleiv ill og kedd, tí pápi var so illsintur, og tey skeldaðust ofta. Eg fór at drekka og taka rúsevni, tá ið eg var 11 ár. Eg bleiv meira og meira illsintur og endaði ofta í slagsmáli. Tá ið eg var liðugur við high school, var eg blivin ein ógvuliga harðligur ungur maður.
Sum 18 ára gamal skrivaði eg meg inn í amerikanska herflotan. Har lærdi eg at drepa fólk. Fimm ár seinni fór eg úr flotanum og fór at lesa sálarfrøði, tí eg gjarna vildi sleppa at arbeiða fyri FBI. Eg fór undir lesturin á einum fróðskaparsetri í USA og helt fram í Kanada, eftir at eg var fluttur heimaftur.
Á fróðskaparsetrinum bleiv eg enn meira skuffaður av fólki og samfelagnum sum heild. Tað virkaði, sum fólk bara hugsaðu um seg sjálv, og alt í heiminum virkaði so tómt. Tað sá ikki út, sum tað bar til at loysa trupulleikarnar hjá menniskjunum. Eg trúði ikki longur upp á, at menniskju kundu gera viðurskiftini í heiminum betri.
Av tí at eg ikki sá nakra meining við lívinum, fór alt hjá mær bara at handla um alkohol, rúsevni, pengar og sex. Eg hugsaði bara um, nær næsta ballið var, og hvør næsta daman skuldi vera. Tíðin í herinum hevði givið mær sjálvsálit, og eg endaði ofta í slagsmáli. Eg hevði mína egnu fatan av, hvat ið var rætt og skeivt, so tá ið eg helt, at onkur bar seg órættvíst at, fekk viðkomandi av at vita. Í veruleikanum var eg bara blivin meira harðligur.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Ein dagin, tá ið ein vinmaður og eg sótu ávirkaðir av rúsevnum í kjallaranum hjá mær og gjørdu eina ólógliga sending av marihuana klára til sølu, spurdi vinmaðurin, um eg trúði upp á Gud. Eg svaraði: „Viss Gud er atvoldin til alt tað ræðuliga í heiminum, so vil eg einki hava við hann at gera!“ Dagin eftir, sum var fyrsti dagur á mínum nýggja arbeiðsplássi, spurdi ein arbeiðsfelagi, sum var Jehova vitni: „Heldur tú, at Gud er atvoldin til alt tað ræðuliga, sum hendir í heiminum?“ Tað yvirraskaði meg, at hann setti akkurát tann spurningin, og eg bleiv forvitin. Tað næsta hálva árið tosaðu vit ofta saman. Eg hevði nógvar spurningar um lívið, og hann vísti mær svarið í Bíbliuni.
Daman, sum eg búði saman við tá, vildi ikki hava, at eg fortaldi henni um tað, sum eg hevði lært. Ein sunnudag segði eg við hana, at eg hevði bjóðað Jehova vitnum heim til okkara at kanna Bíbliuna saman við okkum. Dagin eftir, tá ið eg kom heim frá arbeiði, hevði hon tømt húsini og var rýmd. Eg fór útum og græt. Eg bað eisini til Gud og bønaði hann um at hjálpa mær. Tað var fyrstu ferð, eg segði navnið hjá Gudi, Jehova, í eini bøn. – Sálmur 83:19.
Tveir dagar seinni fór eg at kanna Bíbliuna saman við einum hjúnum, sum vóru Jehova vitni. Tá ið tey vóru farin, helt eg fram at lesa í bókini Tú kanst liva um ævir í einum páradísi á jørðini, og eg las hana lidna ta náttina. a Tað, sum eg lærdi um Jehova Gud og hansara son, Jesus Kristus, fór beint inn. Eg skilti, at Jehova følir við okkum, og at hann verður keddur, tá ið vit ikki hava tað gott. (Esaias 63:9) Eitt, sum serliga nam meg, var at lesa um, hvussu góður Gud er við meg, og at sonur hansara hevur givið sítt lív fyri meg. (1. Jóhannesarbræv 4:10) Eg kom til ta niðurstøðu, at Jehova hevur verið tolin við mær, „tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending“. (2. Pætursbræv 3:9) Eg føldi, at Jehova dró meg. – Jóhannes 6:44.
Hesa somu vikuna byrjaði eg at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Eg hevði langt hár, oyraringar og sá sikkurt nokkso óhugnaligur út, men tey tóku ímóti mær, sum um vit vóru í familju og ikki høvdu sæð hvønn annan í langa tíð. Tey vóru, sum kristin eiga at vera. Tað var sum at vera heima hjá ommu og abba aftur, men bara uppaftur betri.
Tað vardi ikki leingi, fyrr enn tað, sum eg lærdi úr Bíbliuni, broytti mítt lív. Eg klipti mær, helt uppat at liva í seksuellum ómorali og legði av at drekka og taka rúsevni. (1. Korintbræv 6:9, 10; 11:14) Eg vildi gleða Jehova. So tá ið eg fann út av, at eg gjørdi okkurt, sum honum ikki dámdi, royndi eg ongantíð at umbera mín skeiva atburð. Nei, eg fekk heldur ringa samvitsku. ’Eg kann ikki blíva við upp á henda mátan,’ segði eg við meg sjálvan. Og eg royndi beinanveg at broyta mínar tankar og gerðir. Tá ið eg gjørdi tað, sum Jehova vildi hava meg at gera, føldi eg, hvussu lívið hjá mær broyttist til tað betra. Tann 29. juli í 1989, seks mánaðir eftir at eg var farin at kanna Bíbliuna, bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Bíblian hevur broytt meg sum menniskja. Fyrr plagdi eg ofta at svara aftur við harðskapi, tá ið onkur var provokerandi. Men nú royni eg, alt eg eri mentur, at ’halda frið við øll menniskju’. (Rómbrævið 12:18) Eg eigi ikki sjálvur æruna av, at eg eri broyttur, men eg takki Jehova fyri kraftina í hansara orði og heilaga anda. – Galatiabrævið 5:22, 23; Hebrearabrævið 4:12.
Í staðin fyri at vera bundin av rúsevnum, harðskapi og seksuellum ómorali, royni eg nú at gleða Jehova Gud og seta hann fram um alt annað. Tað fevnir millum annað um at læra onnur um hann. Nøkur fá ár eftir at eg bleiv doyptur, flutti eg til eitt annað land fyri at boða gleðiboðskapin í økjum, har tørvurin á boðarum var størri. Gjøgnum árini havi eg havt ta gleði at undirvísa nógvum og at síggja, hvussu Bíblian eisini hevur broytt teirra lív til tað betra. Tað er eisini ein stór gleði, at mamma mín bleiv eitt Jehova vitni – fyri ein part tí hon sá, hvussu nógv eg var broyttur.
Í 1999, í El Salvador, var eg á skúlanum, sum nú verður róptur Skúlin fyri kristnar boðarar. Har lærdi eg at ganga á odda í boðanararbeiðinum og at undirvísa og vera hirði í samkomuni. Seinni tað árið bleiv eg giftur við míni elskaðu Eugeniu. Vit búgva í Guatemala og eru bæði tvey fulltíðarboðarar.
Fyrr føldi eg, at lívið var tómt og innihaldsleyst, men nú eri eg lukkuligur. Av tí at eg fylgi tí, sum Bíblian lærir, eri eg ikki longur bundin av seksuellum ómorali og harðskapi. Eg havi fingið eitt lív, sum er fult av kærleika og friði.
a Nú brúka Jehova vitni vanliga bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir