Tey høvdu ein lillafarvaðan tríkant á klæðunum
Maud býr í Fraklandi og arbeiðir á einum skúla sum stuðul hjá børnum, ið bera brek. Nýliga hevði ein flokkur um holocaust og nasistisku fangalegurnar. Eitt litað merki varð seymað á klæðini hjá fangunum í legunum. Liturin og sniðið á merkinum vísti, hví ein persónur var í eini fangalegu.
Um tann lillafarvaða tríkantin, sum summir fangar høvdu á klæðunum, segði lærarin: „Eg haldi, at tað var tí, at teir vóru samkyndir.“ Eftir tíman tosaði Maud við læraran og greiddi honum frá, at nasistarnir brúktu lillafarvaða tríkantin til at eyðmerkja Jehova vitni. * Hon segði, at hon kundi finna honum nakrar upplýsingar um hetta evnið. Hann takkaði Maud og spurdi hana, um hon vildi leggja upplýsingarnar fram fyri næmingunum.
Ein annar lærari, ein kona, tosaði um sama evni í einum øðrum flokki, og hon hevði eitt yvirlit yvir merkini, sum vóru seymað á klæðini hjá fangunum. Yvirlitið vísti, at tann lillafarvaði tríkanturin var eyðkennið hjá Jehova vitnum. Tá ið tímin var liðugur, bjóðaði Maud sær at geva hesum læraranum nakrar upplýsingar um evnið. Tað vildi lærarin gjarna hava og skipaði eisini fyri, at Maud kundi leggja upplýsingarnar fram fyri flokkinum.
Maud fyrireikaði eina framløgu upp á 15 minuttir til tann fyrra flokkin, men tá ið dagurin kom, fekk hon at vita: „Tú fært allan tíman.“ Fyrst vísti Maud ein dokumentarfilm um, hvussu nasistarnir forfylgdu Jehova vitnum. Tá ið filmurin nevndi, at nasistarnir tóku 800 børn frá foreldrum, sum vóru Jehova vitni, steðgaði Maud filminum eina løtu og las upplivingar hjá trimum av hesum børnunum. Tá ið filmurin var liðugur, las Maud eitt bræv frá 1940, sum 19 ára gamli Gerhard Steinacher, eitt Jehova vitni úr Eysturríki, skrivaði til foreldrini, fáar tímar áðrenn nasistarnir drópu hann. *
Maud legði líknandi upplýsingar fram fyri hinum flokkinum. Av tí at Maud var so djørv, nevna hesir báðir lærararnir nú altíð Jehova vitni, tá ið teir fortelja næmingum um tey, sum sótu í nasistisku fangalegunum.
^ par. 2 Undir seinna heimsbardaga blivu Jehova vitni í Týsklandi, sum eisini vóru kend undir navninum Bibelforscher (bíbliustudentar), send í fangalegur, tí tey ikki vildu stuðla nasistunum.
^ par. 4 Gerhard Steinacher varð dømdur til deyða, tí hann noktaði at fara upp í týska herin. Í brævinum stóð: „Eg eri enn eitt barn. Bara um Harrin gevur mær styrki, klári eg at standa fastur, og tað biði eg hann um.“ Morgunin eftir bleiv hann dripin. Á gravsteininum hjá honum stendur: „Hann doyði til Guds æru.“