Far beinleiðis til innihaldið

Seðlar undir vaskimaskinuni

Seðlar undir vaskimaskinuni

Eftir at Zarina var blivin doypt sum Jehova vitni í Russlandi, fór hon aftur til heimlandið í Miðasia. Hon vildi so gjarna læra báðar døturnar hjá sær um sína trúgv. Vegna sína fíggjarstøðu búði hon í eini einrúmsíbúð saman við foreldrunum og beiggja sínum og konu hansara. Foreldrini góvu henni strangar ordrar um ikki at læra døturnar um Bíbliuna. Tey søgdu eisini við genturnar, at tær ikki skuldu tosa við mammu sína um hennara trúgv.

Zarina hugsaði væl og virðiliga um, hvussu hon kundi læra døturnar um Jehova. (Orðtøkini 1:8) Hon bað inniliga til Jehova um hjálp og vísdóm, og síðani gjørdi hon nakað sjálv, fyri at tað skuldi lukkast. Hon fór at ganga túrar saman við døtrunum og tosaði við tær um skapanarverkið. Hesir túrarnir gjørdu, at genturnar blivu forvitnar og vildu vita meira um skaparan.

Eftir tað fann Zarina upp á nakað, sum hjálpti henni at læra døturnar meira. Hon fór at brúka bókina Hvat lærir Bíblian veruliga? * Tað, sum hon gjørdi, var at skriva nøkur stykki og spurningar úr bókini á seðlar. Hon skrivaði eisini nakrar fáar setningar aftrat á seðlarnar fyri at hjálpa døtrunum at skilja tilfarið betur. Síðani krógvaði hon seðlarnar saman við einum blýanti undir vaskimaskinuni í baðirúminum. Tá ið genturnar vóru í rúminum, lósu tær stykkini og skrivaðu síni svar á seðlarnar.

Soleiðis lukkaðist tað Zarinu at studera tveir kapitlar í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga? við døtrunum, áðrenn tær tríggjar funnu eitt annað stað at búgva. Har bar tað til hjá henni at uppala døturnar, uttan at nakar blandaði seg uppí. Í oktober 2016 blivu báðar genturnar doyptar, og tær vóru glaðar fyri, at mamman hevði verið klók og snild, tá ið hon lærdi tær sannleikan um Gud.

^ par. 3 Nú brúka nógv bókina Hvat kann Bíblian læra okkum?