Uppøstir prestar fáa milt svar
Tá ið Artur, sum er fylkisumsjónarmaður í Armenia, vitjaði eina samkomu hjá Jehova vitnum, uppdagaði hann, at tey enn ikki høvdu roynt almenna boðan við lesnaðarvognum, sum sýna bíbilskan lesnað fram. Fyri at eggja samkomuni til at boða á henda hátt, fóru Artur, kona hansara Anna og Jirayr, eitt annað Jehova vitni, við einum lesnaðarvogni til ein lítlan bý. Tey stillaðu seg eitt stað, har nógv fólk gingu framvið.
Fólk, sum gingu framvið, vístu beinanvegin áhuga og fingu sær lesnað. Men skjótt løgdu mótstøðufólk eisini merki til lesnaðarvognin. Tveir prestar komu yvir til vognin, og knappliga sparkaði annar av teimum vognin umkoll. Síðani sló hann Artur so hart í andlitið, at brillurnar vórðu slongdar av. Artur, Anna og Jirayr royndu at sissa prestarnar, men einki hjálpti. Prestarnir trampaðu á vognin, so lesnaðurin fór í allar ættir. Og tá ið teir vóru lidnir at rópa illkvæmisorð og hótta vitnini, fóru teir.
Artur, Anna og Jirayr fóru á politistøðina at melda tilburðin. Tey greiddu frá, hvat var hent, og fortaldu nøkrum av løgreglufólkunum og øðrum, sum arbeiddu har, eitt sindur um Bíbliuna. Síðani vórðu tey trý víst inn á skrivstovuna hjá løgregluovastanum. Fyrst vildi hann bara vita, hvat var hent. Men tá ið hann hoyrdi, at Artur, sum er ein sterkur maður, ikki sló aftur, tá ið hann varð álopin, gavst hann at seta spurningar um málið og fór heldur at spyrja um trúnna hjá teimum. Tað endaði við, at tey prátaðu saman í fýra tímar. Løgregluovastin var so hugtikin av tí, sum hann hoyrdi, at tað brast út úr honum: „Ikki eiti á átrúnaði! Eg meldi meg inn beinanvegin!“
Dagin eftir, tá ið Artur aftur fór við lesnaðarvogninum, kom ein maður, sum hevði eygleitt tilburðin dagin fyri, yvir til hansara. Maðurin rósti Artur fyri, at hann hevði verið so róligur og ikki svaraði aftur. Hann legði aftrat, at tað, sum hann hevði sæð, gjørdi, at hann misti alla virðing fyri prestunum.
Sama kvøldið bað løgregluovastin Artur koma aftur á politistøðina. Tað var ikki tí, hann hevði fleiri spurningar um málið, men hann vildi vita meira um Bíbliuna. Tveir aðrir løgreglumenn komu eisini upp í prátið.
Næsta dagin fór Artur aftur at vitja løgregluovastan – hesa ferð fyri at vísa honum nakrar av okkara bíbilsku filmum. Løgregluovastin bað eisini aðrar løgreglumenn koma at hyggja við.
Av tí at prestarnir høvdu borið seg so illa at, hoyrdu nógvir løgreglumenn boðskapin fyri fyrstu ferð. Og tað gav teimum eina sera dámliga mynd av Jehova vitnum.