Far beinleiðis til innihaldið

„Eg geri mítt besta“

„Eg geri mítt besta“

Irma, sum býr í Týsklandi, er næstan 90 ára gomul. Av tí at hon hevur verið fyri tveimum álvarsligum vanlukkum og hevur fingið fleiri skurðviðgerðir, ber tað ikki til hjá henni at boða hús úr húsi longur. So nú skrivar Irma brøv til skyldfólk og kenningar fyri at fortelja teimum um sína trúgv. Brøvini frá Irmu eru so uppmuntrandi, at fólk ofta ringja til hennara og spyrja, nær næsta brævið kemur. Nógv skriva eisini til hennara fyri at siga takk og biðja hana skriva aftur. Irma sigur: „Eg verði so glað, og tað hjálpir mær at halda fram at boða.“

Irma sendir eisini brøv til fólk, sum búgva á røktarheimi. Hon fortelur: „Ein eldri kona ringdi til mín og segði, at tað var til stóra troyst at lesa brævið, sum eg hevði sent, eftir at maður hennara var deyður. Hon hevur brævið liggjandi í Bíbliuni hjá sær og lesur tað ofta um kvøldarnar. Ein onnur kona, sum nýliga er blivin einkja, segði, at brævið frá mær hevði hjálpt henni meira enn prædikan hjá prestinum. Hon hevði nógvar spurningar, sum hon gjarna vildi hava svar upp á, og spurdi, um hon kundi koma at vitja meg.“

Tá ið ein kona, sum Irma kendi, skuldi flyta langt burtur, bað hon Irmu skriva til sín. „Konan goymdi øll brøvini frá mær,“ sigur Irma. „Tá ið hon var deyð, ringdi dóttir hennara til mín. Hon fortaldi mær, at hon hevði lisið øll brøvini, sum eg hevði skrivað til mammu hennara, og hon spurdi, um eg ikki eisini hevði viljað skrivað brøv til hennara við góðum orðum úr Bíbliuni.“

Irma gleðist um, at hon enn kann vera við í boðanini. „Eg bøni Jehova um at halda fram at hjálpa mær at tæna honum,“ sigur hon. „Hóast eg ikki fái gingið hús úr húsi longur, geri eg mítt besta.“