Ein prestur fær svar
Ein dagin tá ið Elisa, eitt Jehova vitni, var inni hjá einari konu, sum hon las Bíbliuna við, fekk konan óvæntaða vitjan. Í hurðini stóð ein prestur saman við konu síni. Elisa hevði hoyrt, at tey nýliga høvdu mist sín einasta son.
Tá ið Elisa segði, hvussu kedd hon var um, at tey høvdu mist sonin, brustu tey út úr at gráta. Síðani segði presturin illur á málinum: „Eg skilji ikki, hví Gud loyvir, at sovorðið hendir! Hví tók hann mín einasta son? Eg havi tænt Gudi í 28 ár og gjørt so nógv gott, og hetta er lønin! Hví drap Gud sonin hjá mær?“
Elisa greiddi hjúnunum frá, at Gud ikki hevði tikið son teirra. Hon fortaldi teimum eisini um loysigjaldið, uppreisnina og hví Gud loyvir tí ónda. Presturin og konan søgdu við Elisu, at hon akkurát hevði givið teimum svarini, sum tey høvdu biðið Gud um.
Vikuna eftir komu presturin og kona hansara aftur og vóru við til bíbliulesturin, sum Elisa hevði við konuni. Tær vóru komnar til kapittulin „Verulig vón fyri tey, sum eru deyð“ í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga? Hjúnini tóku dúgliga lut í prátinum.
Seinni vóru tey á einari serligari stevnu hjá Jehova vitnum í Tbilisi í Georgia, og tey blivu rørd av kærleikanum og einleikanum, sum tey upplivdu har. Tey høvdu leingi roynt at fingið fólk í kirkjuni at vísa hesar eginleikarnar, men uttan úrslit.