Tørvur á ríkissalum til eina millión Jehova vitni verður nøktaður
Í tíðarskeiðnum millum 1999 og 2015 bygdu Jehova vitni meira enn 5.000 ríkissalir í Meksiko, Guatemala, El Salvador, Honduras, Nikaragua, Kosta Rika, Panama og Belis. Men tørvur er á meira enn 700 ríkissalum aftrat fyri at kunna hýsa eini millión Jehova vitnum og øðrum, ið koma á okkara møti í hesum londunum.
Fyrr í tíðini var tað ringt hjá samkomum í hesum parti av heiminum at byggja samkomuhús. Til dømis høvdu flestøll Jehova vitni í Meksiko møti í privatum heimum. Hví? Ein orsøk var, at tað í nógv ár ikki var loyvt, at átrúnaðarligir felagsskapir áttu ognir. Í 1990’unum bleiv lógin kortini broytt, og Jehova vitni fóru undir at byggja nógvar ríkissalir. Tað tók tó ofta mánaðir at byggja ein ríkissal.
Ferð kemur á arbeiðið
Ferð kom á byggiarbeiðið í 1999, tá ið ríkissalsbyggilið komu at arbeiða undir eini nýggjari skrá fyri ríkissalsbygging í londum við materiellum avmarkingum, teirra millum Meksiko og londini í Miðamerika. Síðani 2010 hevur deildarskrivstovan í Meksiko havt umsjón við byggiarbeiðinum í hesum londunum.
Byggilið eru fyri serligum avbjóðingum, tá ið tey byggja ríkissalir í avbyrgdum økjum. Til dømis í Panama máttu arbeiðararnir ferðast í báti fram við landi í umleið tríggjar tímar fyri at koma til byggiplássið. Og í landspartinum Chiapas í Meksiko noyddust tey at brúka eitt lítið flogfar til at flyta tilfar út til eitt fjarskotið byggipláss.
Fyrimunir við nýggjum ríkissalum
Eisini fólk, sum ikki eru Jehova vitni, gleðast, tá ið ein nýggjur ríkissalur verður bygdur í teirra øki. Til dømis fortaldi ein maður í Honduras, at áðrenn Jehova vitni bygdu ein ríkissal beint við hjá honum, høvdu onnur ætlanir um at byggja ein náttklubba á tí stykkinum, og tað dámdi honum als ikki. So tá ið Jehova vitni søgdu honum frá, at tey ætlaðu at byggja ein ríkissal á stykkinum, varð hann ógvuliga glaður.
Nógvastaðni eru fólk hugtikin av, hvussu íðin arbeiðsfólkini eru. Ein maður frá Guatemala segði: „Í okkara mentan arbeiða kvinnur ofta bara í køkinum. Men her gera kvinnur sama arbeiðið sum menn. Eg eri ovfarin av at síggja konufólk binda jarn og pussa veggir. Tað er óført.“ Nøkur í grannalagnum fingu enntá hug at geva arbeiðsfólkunum mat og drekka.
Nógvum dámar eisini væl sniðið á okkara ríkissalum. Í Nikaragua segði ein verkfrøðingur við borgarstjóran í einum býi, at ríkissalurin har á staðnum var ein vakur og dygdargóður bygningur. Hann segði enntá, at góðskan var betri enn í nøkrum øðrum bygningi í býnum.
Jehova vitni gleðast eisini sjálv um at hava hóskandi bygningar at koma saman í. Tey hava lagt til merkis, at fólk, sum tey lesa Bíbliuna saman við, ofta hava betri hug at koma á møti, tá ið ein nýggjur ríkissalur er bygdur. Nøkur í eini samkomu í Meksiko, sum hjálptu til, tá ið ein ríkissalur varð bygdur, settu orð á sína gleði við at siga: „Vit takka Jehova fyri, at vit sluppu at byggja ein ríkissal, sum prísar og ærir hansara navn.“