Hvussu ávirkar ein ríkissalur lokalsamfelagið?
Jehova vitni hava í meira enn hundrað ár teknað og bygt sínar egnu møtisalir. Teir verða róptir ríkissalir. Er ein, har sum tú býrt? Hvussu ávirkar ein ríkissalur lokalsamfelagið?
„Ein vøkur gáva til samfelagið“
Meiningin er, at ein ríkissalur skal prýða grannalagið. Jason, sum hjálpir við at samskipa ríkissalsbyggingina í USA, sigur: „Okkara mál er, at hvør einasti ríkissalur skal vera ein tann dámligasti bygningurin í økinum.“ Ein arkitektur, sum er Jehova vitni og arbeiðir saman við einum toymi, ið teknar bygningar, leggur aftrat: „Vit vilja, at tann lidni bygningurin skal vera ein vøkur gáva til samfelagið og hava góða ávirkan á økið rundanum.“
Tey, sum byggja ríkissalir, eru Jehova vitni, sum sjálvboðin brúka sína tíð og førleikar til at gera dygdargóðar bygningar. Fólk hava ofta lagt til merkis, hvussu væl arbeiðið er gjørt. Til dømis segði ein byggieftirlitsmaður í Richmond í Texas, USA, at hann ongantíð hevði sæð eitt so væl gjørt tak, sum tað á ríkissalinum. Ein byggieftirlitsmaður í Jamaika vísti einum bólki av nýggjum eftirlitsmonnum ein ríkissal, sum stóð í gerð, og segði við teir: „Tit skulu ikki stúra fyri, at arbeiðið hjá Jehova vitnum ikki er nóg gott. Tey fylgja tekningunum neyvt og gera enntá arbeiðið betur, enn byggireglugerðin ásetir.“ Ein byggieftirlitsmaður í einum býi í Florida, USA, segði: „Eg havi havt eftirlit við sjúkrahúsum og stórum almennum verkætlanum, men einki hevur verið so væl skipað, sum hetta. Tit gera eitt gott arbeiði!“
Ein positiv ávirkan á grannalagið
Møtini í ríkissalinum hava góða ávirkan á tey, sum koma. Til dømis læra tey at blíva betri pápar, mammur og børn. Rod, sum arbeiðir saman við einum toymi, ið teknar ríkissalir, forklárar: „Í øllum ríkissalum læra fólk at liva eftir góðum siðareglum, sum gagna samfelagnum.“ Hann leggur aftrat: „Her kanst tú fáa hjálp til at klára avbjóðingar í lívinum. Lagið er gott, og fólkini eru blíð og fyrikomandi, og tað er gott fyri øll, sum hava brúk fyri troyst og andaligari hjálp.“
Tey, sum ganga á møti í ríkissalinum, eru góð við síni medmenniskju og skjót at hjálpa, tá ið vanlukkur henda. Til dømis umvældu Jehova vitni 254 hús, eftir at ódnin Matthew rakti Bahamaoyggjarnar í 2016. Húsini hjá Violet, eini 80 ára gamlari konu, høvdu staðið undir í vatni, og tí vendi hon sær til nøkur Jehova vitni, sum gjørdu neyðhjálpararbeiði. Hon vildi betala teimum fyri at hjálpa sær. Men tey vildu ongar pengar hava. Tey løgdu nógvar nýggjar takplátur á fyri at tetta tekjuna, og tey festu eisini nýggjar gipsplátur upp undir loftið í stovuni. Tá ið tey vóru liðug, takkaði og klemmaði Violet tey øll somul og segði: „Tit eru veruliga Guds fólk!“
’Vit eru glað fyri, at ein ríkissalur er í okkara lokalsamfelagi’
Jehova vitni vilja, at ríkissalirnir skulu vera í sera góðum standi, og tí læra tey limirnar í lokalu samkomunum at halda sínar salir við líka. Tað hevur givið góð úrslit. Til dømis kom ein kona á møti í ríkissalinum í einum lítlum býi í Arizona. Hon helt, at salurin var sera væl hildin, og hon var hugtikin av viðlíkahaldsætlanini, serliga av at Jehova vitni halda bygningar við líka, sum longu eru í góðum standi. Konan var tíðindafólk á lokalu avísini, og í henni kundi mann seinni lesa eina grein um væl hildna ríkissalin. Greinin endaði soleiðis: „Vit eru glað fyri, ... at ein ríkissalur er í okkara lokalsamfelagi.“
Ríkissalir eru í býum og bygdum um allan heimin. Tú ert hjartaliga vælkomin, og tú verður væl móttikin.