Far beinleiðis til innihaldið

Dátuverjupolitikkur

Dátuverjupolitikkur

Grundað á meginreglurnar, sum eru at finna í Bíbliuni, virðir samskipanin hjá Jehova vitnum rættin hjá hvørjum einstøkum til privatlív. Samskipanin viðurkennir tørvin á opnum og ærligum samskifti og á innsavning av persónligum upplýsingum og viðkvomum upplýsingum, fyri at kunna útinna átrúnaðarliga og vælgerandi arbeiðið hjá Jehova vitnum. Samskipanin viðurkennir harvið eisini tørvin á at verja hesar upplýsingar. (Orðtøkini 15:22; 25:9) Vit leggja stóran dent á trúnað. – Orðtøkini 20:19.

Í fleiri londum hava tey samtykt lógir um dátuverju fyri at tryggja rættin hjá hvørjum einstøkum til privatlív. Samskipanin hjá Jehova vitnum hevur í nógv ár víst virðing fyri privatlívi og trúnaði, enntá áðrenn slíkar lógir um dátuverju vórðu samtyktar. Samskipanin hjá Jehova vitnum fer framvegis at verja tær upplýsingar, hon fær, í samsvari við ta mannagongdina, sum hevur verið galdandi í nógv ár, og sum nú verður lýst í hesum politikki.

Virkisøki

Hesin dátuverjupolitikkurin er galdandi fyri alla samskipanina hjá Jehova vitnum, sum er umboðað við deildarskrivstovum kring heimin.

Dátuverja

Samskipanin hjá Jehova vitnum handfer allar persónligar upplýsingar í samsvari við hesar meginreglur:

  1. Persónligar upplýsingar verða handfarnar eftir galdandi lóg.

  2. Persónligar upplýsingar verða bert innsavnaðar, handfarnar og nýttar í tann mun, tað er neyðugt, fyri at Jehova vitni kunnu útinna sítt átrúnaðarliga og vælgerandi arbeiði.

  3. Persónligar upplýsingar verða dagførdar, so tær altíð eru rættar. Ein og hvør villa verður rættað skjótast gjørligt, eftir at samskipanin verður varug við hana.

  4. Persónligar upplýsingar verða bert goymdar, so leingi tað er neyðugt, fyri at samskipanin kann taka sær av ávísum lógligum uppgávum.

  5. Samskipanin tryggjar sær, at rættindini hjá dátueigaranum, tí skrásetta, verða vird.

  6. Tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk eru sett í verk til tess at forða fyri, at persónligar upplýsingar verða sendar víðari ólógliga ella uttan góðkenning. Allar persónligar upplýsingar, sum verða goymdar elektroniskt, verða goymdar á vardum teldum, sum bert góðkend starvsfólk hava atgongd til. Skrivstovurnar verða læstar eftir arbeiðstíð, og bert góðkend starvsfólk hava atgongd til tær.

  7. Persónligar upplýsingar verða ikki sendar víðari frá einari deildarskrivstovu til eina aðra, uttan so at tað er neyðugt fyri at kunna útinna átrúnaðarliga og vælgerandi arbeiðið hjá samskipanini. Øll Jehova vitni hava sjálvboðið og eftir egnum ynski samtykt at verða kend sum Jehova vitni.

Rættindini hjá tí skrásetta

  1. Rættindini hjá tí skrásetta at verja, broyta ella strika persónsupplýsingar og viðkvæmar upplýsingar verða vird í samsvari við mannagongdina hjá Jehova vitnum, sum verður lýst í hesum politikki.

  2. Ein og hvør umbøn, sum verður lýst í hesum partinum, kann bert verða gingin á møti, um tað ber til at vátta samleikan hjá viðkomandi, sum hevur sent umbønina.

  3. Biður tann skrásetti um at fáa atgongd til, sleppa at broyta ella strika sínar persónsupplýsingar ella viðkvomu upplýsingar, ger samskipanin av, um henda umbønin skal gangast á møti við at viga rættindini hjá tí skrásetta til at fáa atgongd til, sleppa at broyta ella strika hesar upplýsingar upp ímóti átrúnaðarligu áhugamálunum hjá samskipanini, eitt nú um tað at ganga eini slíkari umbøn á møti kann seta trúarfrælsið hjá samskipanini í váða.

  4. Tað er eitt áhugamál hjá samskipanini at varðveita upplýsingar um status hjá einum persóni sum Jehova vitni. At strika sovorðnar upplýsingar avmarkar átrúnaðarliga virksemið hjá samskipanini óneyðuga.

Mótmælisrættur

Metir onkur, at brot er framt á hansara rættindi, kann viðkomandi senda eitt skrivligt mótmæli til nevndina á deildarskrivstovuni. Mótmælið skal sendast í seinasta lagi 2 vikur, eftir at gerðin, sum er orsøk til mótmælið, er framd.